Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Stovukonsert við Guðrun & Bartal

Mánakvøldið 18 novembur kl. 20:00 verður konsert við Guðrun & Bartal

Mánakvøldið 18 novembur kl. 20:00 verður konsert við Guðrun & Bartal heima í hugnaligu stovuni hjá Elini Brimheim Heinesen í hjartanum á Havnini. Kaffi, te og køkur er íroknað prísin. EINANS 30 PLÀSS, so skunda tær at keypa atgongumerki.
Guðrun og Bartal sníktu seg inn á føroyska tónleikapallin, tá tey í 2011 vunnu tónleikakappingina Sement. Seinni sama árið gjørdust tey nummar tvey til sangskrivarakappingina hjá Amnesty, Fræls og janvlík, við sanginum ‘Hygg rundan um’.
Á heysti 2012 byrjaðu upptøkurnar til útgávuna, Vónin er, í Studio Bloch. Benjamin Petersen framleiddi, spældi ljóðføri og ljóðblandaði, meðan Mikael Blak spældi bass og tangentar, Høgni Lisberg trummir, ásláttur og kór, Per I. Højgaard ásláttur, Jákup Zachariasen steel gittar, Tóri Restorff Jacobsen sello, Angelika Nielsen violin og bratsj, Finnur Koba sang, Hans Marius Ziska kór.
Útgávan fekk sera góða móttøku, og góðu sangirnir, kensluborna vakra røddin hjá Guðrun og lyrisku gittarstrofurnar hjá Bartali fóru beint inn í hjørtuni hjá nógvum føroyingum.
So um tær dámdi heitislagið 'Vónin er', 'Tilvitskuleinkjur', 'Vinurin' ella okkurt heilt annað av teim 10 løgunum á útgávuni, so hevur tú møguleikan at hoyra hesi á konsertini mánakvøldið 18. novembur kl. 20.00 ❤

Bústaður

F'LJÓÐ Living room concerts

8 Magnus Heinasonar gøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar