Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Vælvera og skiftisárini
Fyrilestur við Shamilu Johannesen um skiftisárini
Skiftisárini kunnu vera ein trupul tíð í lívinum hjá nógvum kvinnum. Tær uppliva eina lækking av týdningarmiklum hormonum, og hetta kann ávirka lívið bæði likamliga og sálarliga.
Hesi árini kenna nógvar kvinnur seg lítilsgjørdar og avmarkaðar, tær stríðast við tunglyndi og ganga við kensluni av skomm og angist. Svøvnloysi, ógvuslig sveittaútbrot, høvuðpína, pína í liðunum o.a. kunnu gera um seg. Nógvar kvinnur uppliva, at nærum alt, ið hoyrir til vanliga lívið og gerandisdagin, brádliga verður rænt frá teimum: motivatiónin, førleikarnir og orkan. Er ein ikki ansin, kann hetta drena ein fyri lívsgleði.
Fyrilesturin hevur til endamáls at geva tær neyðuga innlitið í skiftisárini, tess ávirkan og lívsbroytingar, men eisini á alt tað góða, ið fylgir við hesum skifti í lívinum.
Eisini verður áherðsla løgd á vælveru í skiftisárunum, bæði mentalt og kropsliga, soleiðis at tú, heldur enn at uppfata skiftisárini neiliga, lærir at fevna um hesa lívsuppliving, sum eitt stig og støði víðari á lívsleiðini, og sum ein møguleika at endurnýggja teg sjálva og mennast persónliga.
Fyrilesturin nertur við týdningin av:
Røttum lívsstíli og hugburði.
Kropsligari heilsu, týdningin av rørslu og fysiskum venjingum, hvíld og svøvni.
Røttum mati, vitaminum og ískoyti.
At uppbyggja nýggjar hugsunarbanar og vanar.
Hvussu tú mentalt uppfatar og røktar teg sjálva hesa tíðina, og fært neyðuga stýrið á tínum sinni.
At tú søkir læknahjálp, um neyðugt og kunnar teg um hvørjir medisinskir møguleikar eru.
At tú byggir upp ein jaligan hugburð til skiftisárini, og at tú sært hesa tíðina sum eina ríka tíð við einum endamáli.
Fyrilesturin gevur tær vitan og íblástur til at taka røttu stigini, soleiðis at tú megnar at finna røttu kósina og stevna væl gjøgnum hetta tíðarskeið í lívinum.
Shamila Johannesen skipar fyri. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og life coach, og hevur nomið sær serkunnleika innan neuroscience, sálarfrøði, heilsu og føðslu. Í løtuni ráðgevur hon einstaklingum og bólkum í sjálvsmenning.
Fyrilesturin er á enskum, men Shamila skilur føroyskt.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar