Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hvalvík - Leynar
Langi túrurin í friðarliga umhvørvinum, har bara heiðafuglur hoyrist, er balsam fyri sálina
Tað er ein góður og friðsælur túrur at ganga bygdagøtuna millum Hvalvík og Leynar. Langi túrurin í friðarliga umhvørvinum, har bara heiðafuglur hoyrist, er balsam fyri sálina.
Spennandi og eitt sindur krevjandi er at ganga niðan gjøgnum gjónna og niðan á Húsadalsskarð. Eftir at hava gingið gjøgnum brattan niðan á skarðið er stórbært at koma niðan á víða, opna dalin, sum leiðin síðani gongur oman ígjøgnum.
Dalá, leynamegin, er stór, breið og sera vøkur. Beint oman fyri Djúpagil sæst vakurt, liggjandi stabbagrót.
Byrjar túrurin í Hvalvík, verður gingið frá Missiónshúsinum. Gingið verður eftir nýggju gøtuni niðan til bøgarðsportrið. Komin gjøgnum portrið, fert tú til vinstru móti hoyggjhúsinum. Halt fram niðaneftir, til tú kemur áraka ovasta grótgarðin. Far síðan suðurum Myllá og gakk haðani skrátt niðaneftir í ein beinan sunnan, har tú sært fyrsta varðan í 145 metra hædd.
Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og ferðslumøguleikar eru avgerandi. Kanska er vakrari at ganga úr Hvalvík.
Hvalvík - Leynar
Buss 400 koyrur regluliga til Hvalvíkar.
Parkering, Hvalvík
Góðar umstøður eru at seta bilin við Hvalvíkar Bókasavn, Hvalvíksvegur 75 (sí mynd)
Leynar - Hvalvík
Public transport
Leið 100/300 koyrur til Leynar úr Havn.
Parkering, Leynar:
Til ber at seta bilin á parkeringsplássið við tunilsmunnan ella niðri í bygdini (sí mynd)
Hvalvík - Leynar
Leynar - Hvalvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar