Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Gøtu Kirkja

Eyðkenda kirkjan varð vígd í 1995

Eyðkenda kirkjan við Gøtugjógv varð vígd 25. juni 1995, og er sostatt ein av nýggjaru kirkjunum í Føroyum. Áðrenn hetta brúktu gøtufólk gomlu kirkjuna í Norðragøtu, ið var vígd í 1833.

Tað ið eyðkennir nýggju kirkjuna í Gøtu er glaslistin, sum Tróndur Patursson hevur staðið fyri. Úr loftinum hanga seks glaslampur, og á vegginum hanga 24 lampur, 12 stórar og 12 smáar. Tær 12 stóru lampurnar eru prýddar við einum krossi. 12 talið kann setast í samband við teir 12 lærusveinarnar.

Tornið í kirkjuni ímyndar teir tríggjar krossarnar á Golgata. Í torninum eru tvær klokkur, sum báðar hava áskriftina "Eg ringdi yvir bygdir hvøll, eg kallið fólkið: komið øll."

Gøtu kirkja hevur opið fyri vitjandi frá 14. mai til 15. september, mánadag-leygardag kl. 14-16.
Kostnaður fyri at sleppa inn er 20 kr. Annars hevur kirkjan opið eftir avtalu á tlf. +298 21 10 76.

Bústaður

Gøtuvegur 7

Eysturoy