Fyrilestrarøð: Landbúnaður & Ferðavinna
Aftur í vetur skipar Visit Faroe Islands fyri kveikjandi evniskvøldum fyri ferðavinnuna. Sum ein liður í verkætlanini ’Landbúnaður & Ferðavinna’, verður dentur í ár lagdur á náttúrutilfeingið í landbúnaðinum og upplivingarnar, ið kunnu knýtast at hesum.
Endamálið við fyrilestrarøðini er at kasta ljós á evni, ið kunnu vera áhugaverd at greiða ferðafólki frá og sum samstundis eisini virkar fyri einari sterkari og livandi mentan.
Ull er Føroya gull! Á fyrilestri í Spinnarínum týsdagin 23. januar kl. 16.00 verða tríggir spennandi fyrilestrar, sum á hvør sín hátt viðgera, hvussu hendan útsøgnin aftur kann gerast viðkomandi fyri okkum í dag.
Fyrilestrarhaldararnir hava allir felags eldhugað fyri føroysku ullini, sum í dag er eitt tilfeingi, ið ikki verður troytt til fulnar. Hugleitt verður um avbjóðingar og møguleikar við føroysku ullini – heilt frá innsavnan til sølu og marknaðarføring.
Fyrilestrar
Dorthea Joensen
Hvat er serligt við føroysku ullini og hvussu skilja vit ullina í dag ísv. gagnnýtsluna av henni.
Dorit Hansen
Mikrospinnarí verkætlan í Klaksvík.
Sissal Kristiansen
Føroyska ullin og hvussu vit kunnu virðisøkja hana
Tiltakið, sum er tveir tímar, er alment og ókeypis, og øll eru tí vælkomin. Neyðugt er við tilmelding á leinkjuni her.
Kveikjandi fyrilestrar innan landbúnað og ferðavinnu verða eisini í februar og mars. Nærri verður kunnað um á heimasíðuni seinni.