Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak

Bókaframløga við Hans Eiler Hammer.

Hans Eiler Hammer varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Hann var prestur í norður Noregi. Sakarmálið hevur sett djúp spor í lív hansara. Sjálvt um hann bleiv fríkendur á øllum økjum, so hevur hann mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum.

Kensluborið og botn erliga umrøður hann lív sítt, sum til tíðir er baldrut. Hann lýsir barnaheimið á Tvøroyri saman við sínum kæru foreldrum, sum í mong ár vóru virkin í Heimamissiónini. Hann umrøðir kynsliga misnýtslu, dóttrina, ið bleiv álvarsama sjúk, sína egnu uppgerð við Heimamissiónina, gleði, kærleika, strongd og ikki minst trúgv sína og kallið sum prestur.
Bókin er hansara egna verk, har Randi Mohr,tíðindafólk, hevur verið við á síðulinjuni og sett spurningar. Randi hevur útgreinað brot í lívi hansara. Ein uppgáva, ið hon við eldhuga og takksemi hevur átikið sær.

Sonur Hans Eiler – Hans Martin Hammer – sum er útbúgvin innan sang, fer eisini at syngja nakrar føroyskar vísur fyri okkum.

Til ber at keypa bókina á staðnum.

Bústaður

Seglloftið in Tvøroyri

36 Havnarlagið

Suðuroy

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur