Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Matfrøði Rabarbuverkstova

fagna vit rabarbuni

Rabarban mann vera yndisgrønmeti hjá føroyingum. Kring landið eru ein ørgrynna av rabarbugørðum í alskyns støddum og sniðum, og fáar matupplivingar kennast so fjálgar og heimligar sum bakstur og dessert við rabarbum.

Rabarban er fleiriáraplanta, t.e. planta sum veksur upp úr somu rót í fleiri ár, og tí er tað so ómakaleyst og bíligt at hava rabarbugarð. Nógvir matlistarligir møguleikar eru eisini at gagnnýta plantuna, bæði søtt, salt og súrt.

Leygardagin, 31. august, fagna vit rabarbuni. Rabarbuverkstovan byrjar kl. 10.00 við vælkomu og heimagjørdum morgunmati í tráð við dagsins evni. Sunniva G. Mortensen, fólkalívsfrøðingur, fortelur um burðardygga matframleiðslu og rabarbuna sum fleiriára matplantu, og síðani verður farið í køkin at skapa, smakka og spráka. Tað er dugnaligi og nýhugsandi kokkurin, Sonni Zachariassen, ið fer at vísa okkum heilt nýggir hættir at nýta rabarbuna í gerandismatgerð.

Verkstovan endar kl. 15.00, og gjøgnum dagin verður borðreitt við ymisku mati, so allir tørvar verða nøktaðir og luttakararnir kunnu hugsavna seg um smakkgóðu rávøruna í miðdeplinum.

Bústaður

Húsarhaldsskúli Føroya

Stoksoyravegur 29

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar