Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Stuðla bróstunum

Renn ein túr í Klaksvík

Aftur í ár skipar bróstkrabbabólkurin Bót til bata saman við ítrottarfelagnum Treysti fyri gangi- og rennitiltaki í Klaksvík.
Dámar tær væl at røra teg og vera úti í frískari luft saman við øðrum? Sett kross í kalendaran leygardagin 26. oktober og kom við til ein hugnaligan dag, har vit renna og ganga saman. Vit hittast á rennibreytini í Klaksvík leygarmorgunin klokkan 11.00, tá ið tiltakið byrjar.
Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Keyp lutaseðil og stuðla bróstunum - Í tíðarskeiðnum 1. – 25. oktober ber til at stuðla arbeiðinum hjá Bót til bata og Krabbameinsfelagnum við at keypa lutaseðlar, sum verða drignir í sambandi við rørslutiltakið í Klaksvík tann 26. oktober. 🌸 Um tú ynskir at keypa lutaseðlar set teg í samband við Eileen Matras á messenger

Bústaður

Guttabreyt - Rennibreytin við Másheyg

7 Við Másheyg

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur