Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Grotto konsert (Hestoy ella Nólsoy)
Kom við Norðlýsinum til eitt sjóhelli í Hesti ella Nólsoy – alt eftir veðrinum
Kom við Norðlýsinum til eitt sjóhelli í Hesti ella Nólsoy – alt eftir veðrinum. Har fara vit inn í hellið við smærri bátum at lurta eftir livandi tónleiki, ið spælir uppá serliga akustikkin í hellinum. Á heimferðini bjóðar Norðlýsið suppu og okkurt gott afturvið.
Slappa av, njót Norðlýsið, sjóluftina og vakra útsýnið á ferðini til hellið. Njót løtuna og spenningin við at vitja eitt sjóhelli í báti. Lat sinni kveikjast av tónleikinum í hesi sjáldsomu føroysku konserthøll og njót kensluna av avriki aftaná, saman við heitari fiskasuppu umborð á Norðlýsinum, á ferðini aftur til Havnar.
* Á hesum túrinum er neyðugt at tú fart flutt teg av Norðlýsinum umborð á ein smærri bát, sum síðan siglur inn í grottuna, og so síðani fari umborð á Norðlýsið aftur.
Bílegg bara! Norðlýsið tekur eingi óráð fyri. Vit eygleiða líkindini loypandi og avlýsa um tað ikki er skilagott at fara, og tú fær peningin aftur dagin eftir. Okkara fremsta mál er at tú fær eina góða uppliving í tryggum og vinarligum umhvørvi.
Tónleikarar:
Kristina Thede Johansen (saksofon)
Johan Hentze (trumpet)
Dávur Juul Magnussen (trombon)
Bústaður
Norðlýsið
Skálatrøð
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar