Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Havnardalur Backyard Ultra 2025

Rennikapping, har tað ræður um at renna gott 6,7 km hvønn tíma.

Vinnari er tann, ið rennir ein tíma meira enn nakar annar.

Backyard-renning er ein luftalsliga nýggjur kappingarháttur, har tað ikki snýr seg um at renna skjótt, men um at halda út og vera tolin og treyst/ur. Í Backyard-renning eru eingir aldursbólkar og heldur ikki eru kynini býtt sundur. Her er bara ein bólkur. Tó er aldursmark sett til 18 ár.

Reglurnar eru einfaldar. Byrjað verður á hvørjum heilum tíma at renna frá start til mál, 6,7056 km. Hetta skal klárast innan ein tíma, tí á næsta heila tímanum byrjar næsta umfar. Soleiðis verður hildið fram, til bert ein luttakari er eftir, sum fullførir eitt umfar. Renniteinurin er frá Spíranum, runt fjósini, út eftir Liasarvegi, oman við Sandá, út til Velbastaðvegin og niðan aftur til Spíran. Teinurin er 6,7056 km.

Í millum umførini ber til at hvíla/sova, eta, fara á wc, skifta klæði og skógvar o.s.fr. Alt eftir, hvussu nógva tíð man hevur eftir. Luttakarar hava alt við, sum teir vænta at teir fáa brúk fyri. Stól, madrassu, dýnu, soviposa, mat, gels, vætu, skiftiklæðir, ymisk pør av skóm o.s.fr. Sólsetur er kl. 19.00, so tey, ið vænta at renna longri, mugu hava lykt við. Fyriskipararnir bjóða eina lítla máltíð triðja hvønn tíma. Kl. 12.00, 15.00, 18.00 o.s.fr. Tann matskráin verður kunngjørd 14 dagar undan kappingini.

Startur og mál verður við Spíran og felagshúsini hjá Ríðifelagnum, sum eisini verður høvuðssæti fyri kappingina. Her verður pláss hjá hvørjum einstøkum at innrætta seg á einum lítlum øki við sínari útgerð. Kostnaðurin fyri luttøku er 400 kr um meldað verður til áðrenn 31. mars 2025; 500 kr eftir tað. Sum nevnt er eisini ábit triðja hvønn tíma við í prísinum. Kalt vatn, kókað vatn, kaffi og the, frukt og orkudrykkur stendur klárt alla tíðina.

Luttakaratalið er avmarkað til 50. Sostatt verða tað tey fyrstu 50, sum melda til, sum fáa pláss. Aldursmarkið er 18 ár. Hvør luttakari kann í mesta lagi hava ein hjálpara inni í húsunum millum støðgirnar Altjóða reglusett fyri renningina: https://backyardultra.com/rules/

Bústaður

Felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag

23 Reiðgøta

Tórshavn

Hetta tiltakið er skipað av

Bragdið

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar