Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Herluf í Skálanum

Borðhald og dansur

Fríggjakvøldið á Norðoyastevnu skipa Herlufs Café og Klaksvíkar Dansifelag fyri tiltakinum “ Herluf í Skálanum”, í Bøgøtu 11 Klaksvík



Tiltakið byrjar kl. 19.00 við borðhaldið, har smyrjibreyð verður at fáa. Undir borðhaldinum verður skemt og felagssangur. Limir úr country-bólkinum saman við harmoniku spæla undir. Borđhaldiđ endar kl.21.30.

Eftir borðhaldið skiftast Klaksvíkar Dansifelag og country-bólkurin um dansigólvið. Tiltakið er alment og kostar 150 kr. óansæđ um tù møtir til borđhald og dans ella bara dansin.

Luttakarar, sum vilja til borðhaldið, melda til hjá Noel Joensen tlf. 222779 ella hjá Pól Mikkelsen tlf. 281981. Tilmeldingarfreistin er 27.mai kl. 18.00. Um ein bert ætlar til dansin er ikki neyðugt við tilmelding. Goldið verður við dyrnar.

Bústaður

Skálin

Bøgøta

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar