Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Holið

Poetiskur klovnaleikur til vaksin og børn

Tjóðpallurin vitjar Mentanarhúsið 7. mai við einum poetiskum og skemtiligum leiki um samanhald og samleika.


Holið er ein poetiskur, listarligur, samtíðar-klovnaleikur, ið viðger evni sum samanhald og samleika. Leikurin snýr seg um Føroyar – men eisini um øll onnur smá samfeløg.


Leikurin snýr seg um fimm fiskimenn, sum, av onkrari orsøk, eru riknir á land á einum stað, ið ikki er til. Har er eingin sjógvur og einki tekin um lív. Har er einans ein stórur og tungur bátur, ið lekur gjøgnum eitt stórt hol.


Skjótt gerst tað greitt, at holið í bátinum er tað, ið sameinir teir, tí teir sleppa ikki víðari, fyrr enn holið er bøtt – men hvussu gera teir tað? Meðan teir samstarva um at loysa hendan trupulleikan, byrja sannleikar at stinga seg upp – um teir sjálvar, um hvønn annan, og um, hvat tað merkir at hoyra til og verða partur av einum bólki.


Holið er ein poetisk men skemtilig granskan av tí at vera til. Holið eggjar áskoðarunum at hugsa um teirra egna lív: Hvat holið í teirra lívi er? Og um tað er nakað, ið skal bøtast ella heldur góðtakast, at tað er har.


Harumframt minnir leikurin okkum á, at vit øll eru í sama báti. Um vit vilja flyta okkum fram eftir, mugu vit rógva saman.


Leikurin verður framleiddur við einum arbeiðshátti, ið kallast devising, ið í stóran mun byggir á improvisatiónir. Myndir, loysnir, leiklutir og spæl – ja, satt at siga allur leikurin verður framleiddur undir venjingini av leikinum í einum tøttum samstarvi millum leikarar og leikstjóra.


Holið endurspeglar hugtunga absurditetin í 'Meðan vit bíða eftir Godot' eftir Samuel Beckett, og grundleggjandi úthaldni í 'Gamli maðurin og havið' eftir Ernest Hemingway.


Leikinum er kropsligur og uttan mál, og er ætlaður familjum.


Leikarar:
Kristina Sørensen Ougaard
Kristina Sundar Hansen
Rannvá Guðrunardóttir Niclasen
Búi Rouch
Heðin Ziska Davidsen

Leikstjóri:
Elmārs Seņkovs
Pall- og búnasniðgevi:
Reinis Suhanovs
Tónleikarar:
Heðin Ziska Davidsen
Dánjal á Neystabø
Ljóðsniðgevi:
Heðin Ziska Davidsen
Ljóssniðgevi:
Pól Pállsson Holm
Framleiðari:
Anny Leo Thorsen

Bústaður

Fuglafjørður Culture House

5 Karvatoftir

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar