Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Klingra og Tina Mellem í Tøting

Konsert Leygarkvøldið 30. Nov. kl. 20.30 í Tøting, Syðrugøta.

Klingra:
Tað víðgonda og frígerandi í kvirruni hevur víst seg sera fruktagott fyri bólkin Klingra. Sprottin úr bólkinum Afenginn í 2020, blómar Klingra úr botni har alt óviðkomandi er lúka burtur.
Soleiðis skapar Klingra eitt egið rúm har limirnir við nærlagni rannsaka hvønn krók. Úr hesum rúmi, gjøgnum sprungurnar í veggjunum, seyðrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av atmosferiskum poppi, klassiskum og elektroniskum tónleiki.
Dánjal á Neystabø (FO): piano, keys, vocals
Kim Rafael Nyberg (FI): keys, piano, vocals
Heðin Ziska Davidsen (FO): elektronics, guitar
Mikael Blak (FO): bass, elektronics
Per Ingvaldur Højgaard Petersen (FO): drums

Tina Mellem:
Fyrsta útgávan hjá Tinu "Tanker", kom út fyrr í ár.
Á útgávuni eru 7 løg, og tað sjáldsama er, at øll løgini eru skriva á donskum. Tina Mellemgaard hevur sjálv greitt frá, at hon búði fyrstu árini av lívið sínum í Danmark, og danskt var fyrsta málið hon lærdi, tí hevur tað verið mest náttúrligt fyri hana, at skriva á donskum.
Tekstirnir snúgva seg í mesta mun um einsemi, longsul, orð, ivamál og kærleika, og verða framførdir erliga og kenslubornir, við høgum musikaliteti og eini vakrari rødd.

Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast á atgongumerki.fo
18 ár og yngri hava ókeypis atgongd.
Dyrnar lata upp kl. 20.00

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar