Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Marius Ziska í Kappróðrarneystinum
10. oktober kemur eitt av fremstu tónleikanøvnunum í Føroyum til Klaksvíkar 🤩
Marius Ziska v/manning hava í mong ár givið okkum sangir, sum hava vunnið sær eitt serligt pláss hjá føroysku áhoyrarum. Nærveran, Villingarsjónin og Silvurlín eru bert nøkur av løgunum, ið hava gjørt Marius til ein av okkara best dámdu tónleikarum. Nú verður høvi at uppliva sermerktu røddina hjá Marius og sterku sangirnar saman við Kristoffer Mørkøre á bass og Magnus Jóhannessen á klaver í Kappróðrarneystinum – einum øðrvísi konsertstaði, sum hóskar væl til eitt serligt kvøld undir Heystglóð 🤩🍁
Barrin verður opin, og har verður ymiskt gott at fáa. 🥂
Atgongumerki kosta 250 kr. í forsølu á Visitnorth.fo. Um atgongumerki eru eftir, vera tey seld við dyrnar á 300kr pr. stk☺️
Talið á atgongumerkjum er avmarkað, so bíða ikki ov leingi við at tryggja tær pláss. 😉
Bústaður
Klaksvíkar Róðrarfelag
4 Biskupstorg
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar