Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Stovukonsert við Jensiu Højgaard Dam

Mánakvøldið 25. november spælir Jensia Højgaard Dam í stovuni hjá Elin Brimheim

Vilt tú uppliva eina inniliga og sorgblíða konsert, sum fær tár at renna og smílini fram, so er tað hesa konsertina, tú skalt fara til.
Mánakvøldið 25. november spælir Jensia Højgaard Dam heima í hugnaligu stovuni hjá Elini Brimheim Heinesen í hjartanum á Havnini. Kaffi, te og køkur eru íroknað prísin. EINANS 30 PLÁSS, so skunda tær at keypa atgongumerkir
Stóð tað til Jensiu átti ein ikki at verið noyddur at givið tónleik út, hvørki talgilt ella á nakran annan hátt. Nei, ein átti nógv heldur bara at komið og lurtað, har tónleikurin bleiv spældur live. Tá ein fyrst hevur upplivað eina konsert hjá Jensiu, skilir ein væl, at hon heldur tað, tí tá hon syngur og spælir, rørast allir hjartastreingir.
Jensia er ein frálíkur komponistur og songkvinna, sum ger flottar og rørandi sangir um alt frá lívi til deyða, kærleika og manglandi kærleika; bæði á føroyskum og enskum.
Tú hevur heilt sikkurt hoyrt eyðkenda lag hennara "Suppose" í útvarpinum, sum ber minnir um røddir sum ta hjá Karen Carpenter. Mong halda ivaleyst, tá tey hoyra lagið, at her man vera talan um eina heimsstjørnu. Men tað er okkara góða Jensia, sum ljóðar so væl.
Jensia býr annars í Grønlandi, men er nú eitt skifti í Føroyum, so tað er at skunda sær til eina av hennara konsertum, tí tann upplivingin er sjáldsom og situr leingi eftir. Tað angrar tú ikki.
So kom endiliga og uppliv hesa inniligu løtuna við Jensiu í hugnaligu stovuni hjá Elini.

Bústaður

F'LJÓÐ Living room concerts

8 Magnus Heinasonar gøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar