Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Stovukonsert við Steintóri Rasmussen
Í Biskupsstøðgarðinum
Tað verður serstakt og søguligt. Steintór Rasmussen við gittara og sangi í sínum kæra heimstaði. Tað var her á staðnum, at hann misti sítt unga hjarta og yrkti sínar fyrstu sangir. Um nærveru og vakurleikan millum stór og treystlig fjøll, um tann svanga Hundin Brúna og tey lívsjáttandi orðini Eg vil elska, eg vil liva, eg vil fevna kærleikan.
Steintór mundi longu sum 23 ára gamal hava skilt, at listaverkið fór ongantíð at vera liðugt. Men at skriva er at liva. Og tað fellur Steintóri nátúrligt at yrkja og syngja á móðurmálinum.
Tað er sum skaldið hyggur út gjøgnum vindeygað og orðini koma til hansara. Tú hevur hugt út yvir fjørðin og longst at sloppið vekk. Steintór hevur skrivað hópin av sangum um alt millum himmal og jørð. Men sjálvandi hevur hann eisini yrkt um Heimstaðið og Føroyar. Og sangir um frælsi og frið og um allar heimsins vanlukkur. Tónleikurin er eitt mál, sum flytir øll hugans mørk. Og fáur dugir sum Steintór við sínum óteljandi sangum at lýsa, hvør menniskjan er og hvørjar kenslur vit rúma.
Talan er um stovukonsert har sitið verður við borð. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og Fjósið hevur opið við góðum víni o.ø.
Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20.
Konsertin er stuðlað av Økistónum.
Bústaður
Biskupsstøðgarðurin
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar