Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

UPPHAV - Listastovan

UPPHAV er einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard.

Leikurin snýr seg um skaðadagin í Hesti 1. Apríl 1919, tá tveir útróðrarbátar ganga burtur eftir várróður vestanfyri. Ellivu menn úr Hesti sjólótust.
Leikurin tekur støði í hesi hending, tá Hestur missir helmingin av arbeiðsføru monnum sínum. Upphav er um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti eins væl og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiði. Leikurin er ikki bert søgan um menninar, sum druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir í einum samfelag uttan hvørki almenna ella privatar sociala trygging. Leikurin tekur støði í hesum skaðadegi í Hesti í 1919, og er um somu tíð søgan um okkara felags upphav í Føroyum í eini ikki so fjarari fortíð, tá náttúran setti grundtreytirnar fyri tilveruni.
Hugskot, stigtakan, sjónleikur og leikrit: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn, leikrit og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
Visuelt design: Silje Grimstad
Framleiðsla: Leikhús Skift og TVAZZ
Leikurin er uml. 60 minuttir uttan steðg
Atgongumerki verða seld á atgongumerki.fo

Bústaður

Listastovan

Gummaldagøta 2

Vágar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar