Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Vernd
Filmur í Løkshøll
Vit eru í Suðursvøríki fyrst í sjeytiárunum. Kalda kríggið ger um seg alla staðnis. Ávirkaður av ørkymlandi myndunum í faldaranum ‘Um kríggj kemur’, byrjar húskallurin og einbúgvin Karl-Göran Persson at tryggja húsið hjá sær.
Við at brúka burturbeint tilfar, sum hann hevur savnað ígjøgnum fleiri ár, byggir og umskapar hann heimið hjá sær til eitt verndarhús, sum skal verja bæði hann og grannarnar, um fíggindin leypir á. Hansara maniska og umsorganarfulla lyndi verður lýst í samspæli við gerandisliga og kravlítla lívið á bygd, og frásøgnin verður varpað á løriftið í sera vøkrum svørtum og hvítum myndum.
'Vernd' er ein skaldslig, tó beinhørð lýsing av einum serskølti og harða lívinum á bygd í eini tíð, sum kann tykjast fjar frá okkum. Samstundis kann ein ikki lata vera við at verða raktur av, hvussu viðkomandi filmurin er í okkara tíð har prátið og tíðindi um kreppur, kríggj og vápnadubbing eru gerandiskostur.
Ummælari í Politiken gevur filminum heili seks hjørtu og sigur at talan er um ein film, ið ger teg øran av eydnu!
Filmurin er 85 minuttir.
Kostnaður kr. 90 (+ 8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar
Bústaður
Løkshøll Cultural Venue
Rókavegur 1
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar