Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Biografur: Kevlarsjäl (SE)

Tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026


Beiggjar og tannáringar, Alex og Robin, eru sviknir av teimum vaksnu og mugu klára seg sjálvir. Saman hava teir skapt eitt so sterkt band, at Robin er fullkomiliga bundin av eldra beiggja sínum, Alex.
Hetta broytist tó, tá Alex verður forelskaður. Robin kennir seg sviknan av Alexi, og ein ruðuleiki stendst burturúr. Alex hevur skuldarkenslur av, at hann so óroyndur hevur latið sín fyrsta kærleika draga seg burtur frá ábyrgdini, hann hevur av beiggja sínum. Hann ger alt, hann kann, fyri at bjarga Robin. Robin vil tó kanska ikki bjargast.
 
Meira kunning
Tilnevnd: Maria Eriksson-Hecht fyri leikjstjórn, Pelle Rådström fyri handrit og Ronny Fritsche og Lizette Jonjic fyri framleiðslu. Frumsýning: 22.8.2025 Framleiðslufelag: Zentropa Sweden AB
Trailer: KEVLAR SOUL OFFICIAL TRAILER
 

Seks norðurlendskir filmar eru tilnevndir til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Filmarnir verða sýndir í Norðurlandahúsinum í døgunum 7. til 9. oktober. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober.
Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins hevur síðani 2002 verið latin einum filmi, sum er grundaður í norðurlendskari mentan, hevur høgt listaligt virði og er eitt samanhangandi og fullfíggjað verk.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar