Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Faroe Pride

Upphiting kl. 15.00 við Tórsvøll 🏳️‍🌈🏳️‍⚧️
Skrúðgonga kl. 16:00 ❤️🧡💛💚💙💜

FAROE PRIDE 2026 🏳️‍🌈🏳️‍⚧️

Aftur í ár verður Faroe Pride 27. juli. kl. 16.00!

Upphitingin byrjar við Tórsvøll kl. 15.00, har vit bjóða ókeypis andlitsmáling og deila fløgg út. Eisini verður høvi at stuðla arbeiðinum hjá LGBT+ Føroyum við at keypa okkurt drekkandi 🍻 ella merch frá okkara sølubúð ❤️🧡💛💚💙💜

Kl. 16.00 fer skrúðgongan til gongu frá Tórsvølli. Komin oman á Vaglið verður ókeypis konsert.

Faroe Pride er dagurin, har vit seta lit á havnargøtur og fegnast um tey framstig, sum eru hend í Føroyum. Samstundis er hetta eisini dagurin, har vit varpa ljós á øll tey rættindi, sum enn mangla í stríðnum fyri javnrættindi til LGBT+'arar, eitt nú løgfrøðiligt kynsskifti 🏳️‍⚧️

LGBT+ Føroyar heitir á allar føroyingar, ið ynskja einar fjølbroyttar, javnrættar og rúmligar Føroyar, um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2025 🥰

Saman kunnu vit vísa, at føroyingar vilja hava eitt samfelag, sum virðir rættindi til LGBT+-persónar.

Bústaður

Vaglið (The square)

4 Vaglið

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur