Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Mikladal - Húsar
Ein friðarligur túrur tvørtur um fimm dalar, við vøkrum og stórbærum fjøllum og rókum omanfyri.
Byrjað verður í Mikladali, við stóra svingið í Sevgrøv beint sunnan fyri bygdina, har sniðgøtan sæst ganga niðan í Lítladal. Gøtan er partur av 14,5 km longu farleiðini millum Syðradal og Trøllanes, sum vanliga tók 4,5 tímar at ganga. Gøtan bleiv nógv brúkt, tí bæði Trøllanes og Mikladalur eru brimpláss, har tað ofta ikki var atkomuligt við báti í longri tíðarbil.
Gøtan er góð at ganga allan vegin og sæst næstan allan vegin. Tað er at kalla bert tvørtur um Ritudal og Villingadal, at hon ikki sæst.
Sera vakurt er at ganga niðan úr Mikladali, við góða útsýninum oman yvir bygdina, 788 m høgu Nestindum omanfyri og bjørgunum eystantil. Hinumegin fjørðin hava vit Kunoynna, sum m.a. er kend fyri síni nógvu høgu og brøttu fjøll. Niðri á helluni niðan fyri bygdina hómast standmyndin av kópakonuni.
Tað sýnist skjótt og lætt at ganga suðurum til Ritudal. Komin suður í Ritudal verður gingið beint oman í dalin eftir krókutu sniðgøtuni. Tað er skilligt, eftir hvussu væl gøtan sæst í brekkuni, at hon hevur verið nógv brúkt.
Niðri í dalinum, við ein stóran heygg, er ein elligomul pengahola, sum hevði eitt skelti við innskriftini “Til gott endamál”. Tað var siður í síni tíð, at tann, sum gekk framvið, kundi leggja nakrar smápengar í hesa holu. Júst hvussu býtislykilin var, hvør legði í, og hvør tók úr holuni, er ógreitt.
Úr Ritudali verður gingið suður gjøgnum Bustina til Villingadal og haðani suður um dalin, suður í Lundurðarnar. Her síggjast tvær gøtur í Lundurðunum. Ansa eftir, at tú tekur ta ovaru, so at tú kemur niðan um Lunnarsgjógv, sum er mark millum Mikladal og Húsar.
Við vakra útsýninum niðan á tignarliga Hattardalstind, 644 m, ganga vit seinasta strekkið frá Lunnarsgjógv suður í Hattardal, har bygdagøtan kemur inn á landsvegin.
Mikladal - Húsar
https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/oyggjaleidir/56-klaksvik-sydradalur/
Bus drives to and from the ferry dock:
https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/506-trollanes-sydradalur/
There are several significant parking areas in Mikladalur, including the one by the notice sign above the village (the green line). You must walk over to the path from there—refer to the blue arrows. Two fences are above the road, those you will have to climb over.
Húsar - Mikladal
Mikladal - Húsar
Húsar - Mikladal
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar
Øki / Torleikastig