Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Mikladalur - Trøllanes
Ein rættiliga avbjóðandi, men vakur túrur, ið vísir, hvussu nógv tey gomlu løgdu fyri til tess at búleikast á hesum fjarskotnu leiðum. Er bara egnaður at ganga í turrum veðri og bara fyri fólk, ið ikki ræðast hæddir
Mælt verður til at byrja túrin í Mikladali, har tað er eitt sindur lættari at ganga niðanfrá. Gingið verður beint niðaneftir frá samkomuhúsinum Malta, og portur eru allan vegin niðan, tó at eitt lágt stik er millum uppdyrkingarvegin og bøgarðin. Gingið verður fyrst niðan til Vørðuna, har ein sera sjónligur 3 m høgur peli við eini reyðari boyu vísir, hvar gøtan inn í røkurnar (brattlendið) gongur.
Prestar eru allan vegin niðan úr Mikladali, so tað er lætt at síggja, hvar gingið skal verða. Tað er gott at ganga norður móti Djúpadali. Men teir fyrstu 500 metrarnar inn í Djúpadal, gjøgnum røkurnar oman fyri Ovarurók, er tað torførasta. Her verður gingið gjøgnum eina hampiliga smala og bratta rók, og bratt er niðurfyri (sí myndir). Í turrveðri um summarið ber væl til at ganga her. Tað, at gingið verður so ytst á rókini, har tað er sera bratt niður, ger, at hetta als ikki er fyri tey, ið hava hæddarræðslu. Her ræður um at savna seg um at ganga rætt, hyggja væl og ganga spakuliga fót fyri fót og at vera klárur at taka fyri seg, um tað krevst. Ansa eisini eftir, at lissurnar á skónum eru bundnar væl og tætt, so at onki hongur leyst, sum ger, at skógvarnir kunnu gerast fastir, so tú snávar.
Grøni og vallaði Djúpidalur er sera vakur, við Djúpadalsgjónni niðast og Nestindum ovast og breiðum rókum har ímillum. Í dalinum er sera nógvur seyður, og í gomlum døgum høvdu tey eisini neyt gangandi her. Av Trøllanesi leiddu tey neytini eftir bygdagøtuni, men tey í Mikladali máttu leiða neytini tvørtur um fjallið og inn í dalin gjøgnum Neytagøtuna. Eftir at tunnil er komin til Djúpadals, er alt vorðið munandi lættari, og seyðurin verður tikin úr dalinum um veturin.
Gøtan úr Djúpadali til Trøllanes gongur oman fyri Djúpadalsgjónna, norður gjøgnum Norðaruskorð og haðan heim til Vørðu. Eisini her er ein sera sjónligur 2 m høgur peli við eini reyðari boyu, sum vísir, hvar gøtan inn í røkurnar byrjar. Gøtan millum vørðurnar báðar, gjøgnum Djúpadal, sæst sera væl allan vegin.
Leiðin oman á Trøllanes gongur nøkulunda beina leið frá boyuni og oman í bygdina. Prestar vísa á, hvar leiðin gongur. Tá ið komið verður inn um bøgarðsportrið, verður fyrstu 30 metrarnar gingið skrátt vestureftir oman til pelan. Síðani vendir tú 90 stig til høgru og so oman við prestunum til vegendan eystast í bygdini.
Tað verður strangliga mælt frá at ganga hendan túrin í hálku og kava, og tá ið vátligt er, ella tá ið tað hevur regnað dagarnar frammanundan. Sum skelti á Trøllanesi vísa á, so er ikki loyvt at fara av gøtuni, og tað er eisini av trygdarávum.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Men bratta brekkan niðan av Trøllanesi ger, at fólki á staðnum dámar betur, at gingið verður niðan úr Mikladali.
Mikladalur - Trøllanes
Gott ferjusamband er til Kalsoynna, har Sam siglir leið 56 upp í 8 ferðir um dagin. Busssamband, leið 56, er til allar túrarnar.
Parkering, Mikladalur
Í Mikladali eru sera góð parkeringsviðurskifti. Bilurin kann setast við samkomuhúsið Malta, Fornagøtu 11, ella á øðrum størri parkeringsplássi í bygdini (sí grøn frámerki). Bláa strikan vísir, hvussu tú finnur bygdagøtuna.
Trøllanes - Mikladalur
Gott ferjusamband er til Kalsoynna, har Sam siglir leið 56 upp í 8 ferðir um dagin. Busssamband, leið 56, er til allar túrarnar.
Parkering, Trøllanes
Á Trøllanesi er eisini gott parkeringspláss (grønt frámerki), sum tó ofta er upptikið av nógvu fólkunum, ið ganga út á Kallin.
Mikladalur - Trøllanes
Trøllanes - Mikladalur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar