Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Rudda Skúvoy

  • mynd: cicointhewoods

Kom og ver við til stórt ruddingarátak í Skúgvi 16. august!

Kom við og rudda Skúvoy leygardagin 16. august 2025

Í samstarvi við Rudda Føroyar, Jóanis í Hoygarðinum, borgarstjóra og bónda í Skúvoy og Atlantic Airways, skipa vit fyri ruddingartiltaki í Skúvoy.

Leygardagin 16. august verður ruddingartiltak í Skúvoy, har vit fara at taka burtur gamalt rustað hegn og hegnpelar. Tað verður ein hugnalig og forkunnug útferð, og samstundis gera vit ein góðan innsats fyri náttúruna.

Ferðing
Sildberin siglir av Sandi kl. 08:30 og úr Skúgvi aftur kl. 18:45.
Pláss er fyri 40 vaksnum fólkum (aldursmark: 14 ár).

Uppgávan
Vit leggja dent á niðurdottið hegn og hegnpelar henda dagin. Tú skalt hava egnar handskar við. Best er, um tú ert koppsett/-ur fyri stívkrampa.

Gisting
Um tú hevur hug at vera í Skúvoy til sunnudag, ber til at gista ókeypis í gamla skúlanum – tær nýtist bara at hava soviposa, handklæði o.l. við.

Matur
Matur er íroknaður leygardagin - Jóanis í Hoygarðinum, bóndi, bjóðar.

Melda til nú við at senda teldupost til: info@visitsandoy.fo

Bústaður

Skúlin í Skúgvi

Sandoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur