Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Biografur: Affeksjonsverdi (NO)

Tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026


Systrarnar Nora og Agnes hitta fremmandagjørda pápa sín, karismatiska Gustav, sum áður var ein viðurkendur leikstjóri. Hann bjóðar Noru, sum er sjónleikari, ein leiklut í filminum, ið hann vónar verður hansara stóra comeback.
Tá Nora takkar nei til tilboðið, varnast hon skjótt, at hann hevur givið eini ágrýtnari Hollywood-stjørnu hennara leiklut. Brádliga mugu systrarnar ikki bara fóta sær í trupla sambandinum við pápa sín, men eisini fyrihalda seg til eina amerikanska stjørnu, sum er dottin mitt niður í teirra fløkta familjudynamikk.
 
Meira kunning:
Tilnevnd: Joachim Trier fyri leikstjórn og handrit, Eskil Vogt fyri handrit, Maria Ekerhovd og Andrea Berentsen Ottmar fyri framleiðslu. 
Frumsýning: 12.09.2025
Framleiðslufelag: Mer Film, Eye Eye Pictures Samframleiðslufeløgini: MK Productions, Lumen, Zentropa, Komplizen Film, BBC Film
Trailer: SENTIMENTAL VALUE - Official Trailer - In Theaters 11.7
 

Seks norðurlendskir filmar eru tilnevndir til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Filmarnir verða sýndir í Norðurlandahúsinum í døgunum 7. til 9. oktober. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober.
Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins hevur síðani 2002 verið latin einum filmi, sum er grundaður í norðurlendskari mentan, hevur høgt listaligt virði og er eitt samanhangandi og fullfíggjað verk.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar