Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Biografur: Birita (FO)

Tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026


Í hesum rørandi og sera persónliga heimildarfilmi roynir ein sjónleikarafamilja í Føroyum at seta upp Shakespeare-leikin King Lear við mammuni, kenda sjónleikaranum Biritu Mohr í høvuðsleiklutinum. Birita livir við Alzheimer. Sonur hennara, Búi Dam, er leikstjóri og stendur á odda fyri hesi umstríddu verkætlan, sum byggir á hansara sannføring um, at mamma hansara longist eftir at venda aftur á pallin, hóast hon ikki longur fær tosa.
 
Meðan hann leikstjórnar, noyðist Búi at stríðast við at grundgeva fyri fortreytunum undir verkætlanini. Samstundis roynir pápi hansara, sum er pensjóneraður leikstjóri, at finna javnvág millum umsorganina fyri konu síni og egna trivnaði sínum.
 
So hvørt sum henda sermerkta verkætlanin mennist, spjaðir hin smittandi lívsgleðin hjá Biritu seg inn og førir ein óvæntaðan lætta inn í tilgongdina, ið hevur djúpa ávirkan á øll tey, sum eru við.
 
Meira kunning
Tilnevnd: Búi Dam fyri leikstjórn, Jón Hammer, Durita Sumberg og Mark Steele fyri framleiðslu. 
Frumsýning: 17.04.2026 Framleiðslufelag: Outlier Projects
Trailer: Birita | Official Trailer | in competition at CPH:DOX 
 
Seks norðurlendskir filmar eru tilnevndir til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Filmarnir verða sýndir í Norðurlandahúsinum í døgunum 7. til 9. oktober. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober. Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins hevur síðani 2002 verið latin einum filmi, sum er grundaður í norðurlendskari mentan, hevur høgt listaligt virði og er eitt samanhangandi og fullfíggjað verk. 

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar