Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Árnafjørður - Norðtoftir
Tað er vakurt og friðsælt at ganga niðan úr Árnafirði. Komin upp á Toftaskarð er útsýnið avgera gott
Fjøllini í Norðoyggjum eru kend fyri at vera høg og grýtut, men eisini serstakliga stórsligin. Brúgvarnar eru breiðar og brattar, og í erva er lítið og onki vallað øki. Partur av túrinum gongur ígjøgnum hetta økið, og túrurin er tí rættiliga knortlutur – serliga oman gjøgnum Toftaskarð.
Leiðin byrjar niðri í Árnafirði og gongur niðan gjøgnum nýggju geilina, líka heimanvert (vestan fyri) húsini hjá Theodor Askham Olsen, Viðurbyrgi 23 (sí ‘Byrjunarstaður’ niðanfyri).
Gøtan er sjónlig í fyrstuni, men tá ið komið verður longri niðan í Svartadal, er hon eitt sindur torfør at síggja. Tó eru nakrir varðar allan vegin niðan. Tað er lætt og sera friðarligt at ganga niðan undir Tólvmarkarknúk, niðan gjøgnum niðasta-, mið- og ovastastíggj og at enda niðan á Toftaskarð.
Skarðið er alt, sum tað er, fylt við gróti, so leiðin oman til Norðtoftir er heldur torfør og ikki heilt vandaleys. Her skal ein halda seg á eystaru síðu á skarðinum, líka til komið verður oman úr grótinum og meira yvir í vallað lendi. Haðan kann verða hildið beint omaneftir eystan fyri Sjøt og síðan heim gjøgnum gøtuna í Kleiv til Norðtoftir.
Ongi portur eru út um bøgarðarnar, so neyðugt er at finna hóskandi stað at klíva upp um hegn. Ráðiligt er at hava gpx-fíluna við sær, so at gingið verður rætta leið út um bøgarðarnar.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum.
Partur av gøtuni kann gangast niðan á Toftaskarð, har góða útsýnið kann njótast, og haðan omanaftur eftir gøtuni til Klaksvíkar umvegis Katlarnar. Har er møguligt at ganga oman aftur til tunnilsmunnarnar eftir gøtuni frá Áarskarði.
Árnafjørður - Norðtoftir
Leið 500 (Klaksvík – Viðareiði) koyrur til bæði Árnafjørð og Norðtoftir
Tað tekur áleið 10min í bili at koyra til Árnafirðar úr Klaksvík
Parkering, Árnafjørður
Í Árnafirði kann bilurin setast við vegin, har bygdagøtan byrjar – sí grønu linjurnar. Haðan skal gangast eftir bláu strikuni niðan gjøgnum geilina.
Norðtoftir - Árnafjørður
Leið 500 (Klaksvík – Viðareiði) koyrur til bæði Árnafjørð og Norðtoftir
Tað tekur 15min at koyra í bili til Norðtoftir úr Klaksvík
Parkering, Norðtoftir
Í Norðtoftum skal bilurin setast uml. 210 m vestan fyri Norðtoftavegur 10 – sí grønu strikurnar. Haðan verður gingið eftir bláu strikunum niðan í rættina og so uml. 120 m beint niðaneftir, til komið verður á gøtuna.
Árnafjørður - Norðtoftir
Norðtoftir - Árnafjørður
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar