Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Klaksvík - Árnafjørður

  • klaksv-k-aron-d-hne---aronsche-jpg
    Mynd: @aronsche
  • 2020-06-11-klaksv-k---rnafj-r-ur-103-img-0022-jpg
    Útsýnið beint omanfyri har sum bygdagøtan byrjar í Klaksvík. Á myndini síggjast stólparnir, sum ein fylgir allan vegin til Árnafjarðar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-11-klaksv-k---rnafj-r-ur-104-img-0026-jpg
    Meðan gingið verður gjøgnum torvheiðarnar, njóta vit góða útsýnið yvir Kunoynna og Kalsoynna. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-11-klaksv-k---rnafj-r-ur-107-img-0031-jpg
    Klaksvík, frá Norðastustígar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-11-klaksv-k---rnafj-r-ur-112-img-0037-jpg
    Í vakra landslagnum norðuri við Ánagjógv, ganga vit framvið summarhúsinum hjá Archibald Black. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-11-klaksv-k---rnafj-r-ur-118-img-0046-jpg
    Útsýnið á Áarskarði oman móti Klaksvík, sum júst kemur undan til vinstru. Í Bakgrundini Gøtunestindur á Eysturoynni. mynd: Óli Gardshodn
  • Klaksvík-Árnafjørður
    Útsýnið yvir Árnafjørð. Gøtan oman til bygdina kann sýnast avbjóðandi uppi í Jørnunum (Ovarustígar), har ein gongur oman gjøgnum kluftirnar í homrunum, til tíðir eftir høgdum trinum, tó allan vegin væl stuðlaður av jarn handlistum. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Árnafjørður
    Árnafjørður. Mynd: Kristof Massoels
hike poster

Ein vakur og heldur krevjandi túrur eftir søguligari slóð. Gingið verður í fótasporum Nólsoyar Páls í Myrkjanoyrarhaga. Møguleiki er at vitja søguliga tingstaðin Katlarnar á vegnum

Túrurin byrjar við bøgarðsportrið beint oman fyri Undir Kráarbrekku 21 í Klaksvík, eisini kallað Rynkeby. Haðan verður gingið eftir bygdagøtuni norður gjøgnum Myrkjanoyrarhaga, fram við húsunum hjá Archibald Black.

 

Archibald Black er eftirkomari hjá Nólsoyar Pálls, og stendur fyri at endurbyggja Nólsoyar Páls garð á Biskupstøð í Klaksvík. Nólsoyar Páll er kendur sum táttayrkjari, tjóðarhetja og fyri at hava bygt Føroya fyrsta deksfar »Royndina fríðu«. Men hann var eisini bóndi, og tað er júst í haganum, har túrurin byrjar, at hann einaferð var bóndi.

 

Gingið verður ígjøgnum gomlu torvheiðarnar hjá klaksvíkingum, og í støðum síggjast leivdir av elligomlum torvhúsum. Fuglalívið í økinum er ríkt; spógvar, tjøldur, lógv, snípa og fiskimási búleikast her. 

 

Gingið verður niðan á Áarskarð gjøgnum Ánagjógv. Av Áarskarði er vakurt útsýnið yvir Árnafjørð, sum liggur umgird av høgu fjøllunum. Í ein sunnan sæst Lisshøvdi og í dalinum norðanfyri liggur elligamli tingstaðurin Katlarnir.

 

Umvegurin til Katlarnar 

Leiðin av skarðinum norður á Katlarnar tekur umleið hálvan tíma, og har stendur so tingsteinurin í 297 metra hædd, og fleiri smærri steinar standa rundan um Tingstein. Tað er ikki vist nær henda steinsetingin varð reist.

 

Tingstaðurin í Køtlum hevur havt stóran týdning fyri Norðoyggjar. Her hildu Norðoyingar várting frá miðøld til síðst í 1600 talinum, tá ið tingið var flutt inn í Vág.

 

Tað var ikki av tilvild, at Katlarnar vórðu valdar til tingstað – Katlarnar eru miðpunktið í Norðoyggjum. At tingstaðurin var uppi millum fjøll heldur enn við sjóvarmálan gevur okkum eina fatan av, at jørðin og hagin har hevði størri týdning í tátíðarinnar samfelag, enn sjógvurin hevði. Seinni var tingstaðurin tó fluttur inn í Vág.

 

Eftir vitjanina í Køtlunum ber til at venda við aftur til Klaksvíkar, ella at halda fram til Árnafjørð.

 

Víðari til Árnafjørð

Um gingið verður til Árnafjørð, so er neyðugt at venda við, og ganga á leið 500 metrar aftur til Áarskarð. Ikki er neyðugt at ganga niðan aftur á sjálvt Skarði, men halt teg á hædd við Katlarnar inntil komið verður til Rossastígar. Her er ein rás ímillum klettarnar, har til ber at ganga oman. 

 

Halt fram ímóti smáttuni hjá skótunum longri niðri. Har finnur tú gøtuna, sum førir til staðið har tunlarnir møtast uppiyvir í Árnafirði. Fylg varðunum og ver ansin – lendið er ógvuliga bratt í støðum. 

 

Gingið verður fram við stóra Grindasteini. Úr bókini “Árnafjørður – Staðarnøvn” hjá Hanusi Poulsen sæst, at Grindasteinur hevur sítt navn eftir, at her róptu teir Grindaboð oman til árnfirðingar.

 

Tað er krevjandi at ganga oman gjøgnum Ovarustígar, eisini kallað uppi í Jørnunum, oman við jarngirðingini gjøgnum stíggjarnar, har nøkur av trinunum eru meitlað inn í helluna. Øll gøtan er væl merkt við varðum og prestum við endurskini. 

 

Tað er eitt sindur bratt og leyst undirlendi oman fyri Árnafjørð, so her má verða ansað væl eftir. Annars er tað gott at ganga allan vegin.

 

Frá tunlunum og oman í Árnafjørð eru eingir prestar at ganga eftir. Her skal gangast tætt fram við sokallaða minhúsinum og haðan oman eftir Válagøtuni, uppi á rygginum, oman til býlingin beint eystan fyri Stórá og kirkjuna. Árnfirðingar bygdu minhúsið sum eitt skjól undan minunum, sum róku inn á víkina og sprongdust.

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Kanska er tyngri at koma niðan úr Árnafirði. 

Klaksvík - Árnafjørður
Árnafjørður - Klaksvík

Klaksvík - Árnafjørður

Almenn ferðsla Bussur koyrir millum Klaksvík og Tórshavn Sí ferðaætlan: Leið 400

Parkering í Klaksvík
Bilurin kann setast uppi við Kráarbrekku á vegendanum, har sum bøgarðsportrið er, ella har á leið (sí grønu frámerkingina á myndini). Haðan skal gangast út gjøgnum bøgarðsportrið eftir bláu linjuni.

  • klaksv-k-3-png
    grøna strikan umboðar parkeringspláss, bláa strikan er leiðin út á bygdagøtuna
  • klaksv-k-2-png
    grøna strikan umboðar parkeringspláss, bláa strikan er leiðin út á bygdagøtuna
  • klaksv-k-1-png
    grøna strikan umboðar parkeringspláss, bláa strikan er leiðin út á bygdagøtuna

Árnafjørður - Klaksvík

Almenn ferðsla Bussur koyrir millum Klaksvík og Viðareiði Sí ferðaætlan: Leið 500 Klaksvík - Viðareiði.

Parkering í Árnafirði
Til ber at seta bilin við kirkjuna. Haðan verður gingið eftir bláu linjuni niðan ímóti bøgarðsportrinum. Mælt verður tó frá at seta bilin her, tá ið kirkjugongd er sunnudagar kl. 11–12. Eisini ber til at seta bilin uppi við tunlarnar – sí grønu frámerkingina á myndini.

  • rnafj-r-ur-3-png
    grøna strikan umboðar parkeringspláss, bláa strikan er leiðin út á bygdagøtuna
  • rnafj-r-ur-1-png
    grøna strikan umboðar parkeringspláss, bláa strikan er leiðin út á bygdagøtuna
  • rnafj-r-ur-5-png
    grøna strikan umboðar parkeringspláss, bláa strikan er leiðin út á bygdagøtuna
  • rnafj-r-ur-2-png
    grøna strikan umboðar parkeringspláss, bláa strikan er leiðin út á bygdagøtuna
  • rnafj-r-ur-4-png
    grøna strikan umboðar parkeringspláss, bláa strikan er leiðin út á bygdagøtuna
Klaksvík - Árnafjørður
Árnafjørður - Klaksvík

Klaksvík - Árnafjørður

Árnafjørður - Klaksvík

Fakta

path icon
2t 0m

Tíð

path icon
5 km

longd

hilltop peak icon
429 m

Hægsta stað

family icon
395 m

Hæddarmetrar


family icon Lutvíst barnavinarligt, men bratt oman til Árnafjørð. Túrurin hóskar best til børn eldri enn 8 ár, saman við vaksnum
difficulty icon Avbjóðandi - Tað er bratt og leyst undirlendi í støðum – serliga niðan frá Árnafirði
terrain icon Tað skiftir ímillum at vera vallað og leyst smágrót á gøtuni. Oman ímóti Árnafirði er leyst grót frá Áarskarði og gjøgnum stíggjarnar, har jarnstengur eru at halda í. Seinasta strekkið, frá tunlunum og oman í Árnafjarðar bygd, verðurfyrst gingið tvørtur um Stórá. Gjøgnum stíggjarnar í Árnafirði og um Sjálsenni er hampiliga bratt.
5°C
11 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours