Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Klaksvík - Klakkur

  • Útsýnið av Klakki norður gjøgnum Kalsoyarfjørð. Til vinstru, eyðkenda og serstaka Kallsoyggin, við sínum 13 fjøllum.
  • Klaksvík. Útsýnið av vegnum niðan á Klakk – tætt við Vágsá. Har liggja fleiri træðir, har onkur av seyðinum ofta er rættuliga spakur. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Klaksvík, Útsýnið frá vegnum Niðan Horn. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið av norðurendanum av Klakki suðureftir røðini og suður á fjøllini Halgafelli og Háfjall. Til vinstru sæst partur av Klaksvík. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Ávegis niðan á Klakk, har vit síggja vegin sum gingið verður niðan, umvegis vatnið á Hálsinum. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið av Klakki norður gjøgnum Kalsoyarfjørð. Til vinstru, eyðkenda og serstaka Kallsoyggin, við sínum 13 fjøllum. Mynd: Óli Gardshodn.
hike poster

Ein lættur og vælumtóktur túrur kring alt árið til heimskenda útsýnið yvir Kalsoyarfjørð

Túrurin byrjar á parkingsplássinum niðan fyri kirkjuna í hjartanum á Klaksvík. Gakk á leið 100-200 metrar ímóti rundkoyringini. Far til høgru og gakk 25-50 metrar til Vágstún, síðan til vinstru einar 600 metrar eftir Uppsalagøtu og so Nýggjavegi. Far til høgru og halt fram Oman Eið einar 500 metrar, áðrenn tú kemur til rundkoyringina. Far eftir vegnum Niðan Horn einar 400 metrar. Far til høgru og far inn á gøtuna, sum fyri ein part ikki er trádd og hevur fingið eyknevnið Ástarbreytin.

Grúsvegurin heldur fram heilt niðan á Háls. Tú kanst eisini koyra niðan á Háls og parkera har. Gev gætur, at grúsvegurin er óslættur í støðum. Hóast gøtan niðan á Klakk ikki er so væl merkt, er lætt at finna. Tá ið tú stendur við hagaliðið miða so eftir hægsta punkti norðan fyri teg. Har stendur eisini ein varði, sum tú sært beinanvegin og kanst ýta teg eftir. Far til gongu  gjøgnum gamlar torvheiðar. Tað er vallað heilt niðan á Klakk, og har er nóg illa ein steinur á leiðini. Hetta er eitt av teimum fáu støðum, har til ber at aka á skíð um veturin. 
Nógvur fuglur eigur her: tjaldur, skúgvur, kjógvi, mýrisnípa, lógv, spógvi og likka. Ravnur sæst eisini her, og grátítlingar húsast í gomlu kráartoftunum. 
Í dalinum beint sunnan fyri Háls er plássið, tey gomlu kallaðu á Vaktini. Søgn sigur, at har sótu fólk og høvdu eyguni við fíggindaskipum. 
Tá ið tú ert næstan komin niðaná og hyggur oman vestanfyri, sært tú Føgrulíð. Fólkaháskúlin, sum varð grundaður í 1889, stóð upprunaliga har, áðrenn hann varð fluttur til Havnar. Háskúlamaðurin og skaldið Símun av Skarði skrivaði tjóðsangin ”Tú alfagra land mítt” har í 1906. 
Ansa tær, tá ið tú kemur niðan á Klakk. Hann er ógviliga brattur í støðum. Útsýnið haðan av tindinum er sjaldsama gott. Vestanfyri sæst Leirvík, Gøtunes og Mjóvanes. Syðri á er Nólsoy, um sýnið er gott. Kalsoy liggur norðanfyri sum ein langur snákur í sjónum. Í mong ár var oyggin eyknevnd “Blokkfloytan” eftir øllum teimum mongu tunlunum.  Fýra bygdir eru á Kalsoynni. Syðradalur er á syðra nesinum, so Húsar, Mikladalur og Trøllanes á norðara nesinum, sum ikki sæst av Klakki. 
Fólk fara til Mikladals at síggja standmyndina av Kópakonuni, sum er grundað á søgnina har í bygdini. Kunoyggin er tann hægsta í landinum. Har eru seks fjøll oman fyri 800 metrar. Eystanfyri sæst Haraldsund, og Klaksvík er niðan fyri teg. Upprunaliga vóru fýra bygdir her: Í Uppsølum, Í Gerðum, Á Myrkjanoyri og Í Vági. Tá ið tú kemur oman av Klakki, hevur tú Halgafelli fyri tær og síðan Háfjall. Hinumegin Klaksvík, sært tú Myrkjanoyrafjall og Kjøl, soleiðis nevnt, tí tað líkist kjølinum á holvdum báti. Túrurin endar, har hann byrjaði.  

Klaksvík - Klakkur

Klaksvík - Klakkur

Bussterminalurin í Klaksvík, Við Sandin, er beint har, sum gøtan byrjar, við stóra parkeringsplássið niðanfyri Christianskirkjuna. Fleiri onnur stór parkeringspláss eru kring kirkjuna.

Góð parkeringsviðurskifti eru eisini uppi á Hálsi, haðani tað er einans 1,4 km. eftir at ganga niðan á Klakk.

Klaksvík - Klakkur

Klaksvík - Klakkur

Fakta

path icon
2t 20m

Tíð

path icon
9 km

longd

hilltop peak icon
410 m

Hægsta stað

family icon
406 m

Hæddarmetrar


family icon Egnaður til børn
difficulty icon Miðal -
terrain icon Fyrit tað mesta óslættur vegur. Gongugøta er á Hálsi, men seinasta strekkið er grýtut og kann vera runut.
10°C
0 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours