Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Kambsdalur 40 ár
Hendingaríkt vikuskifti á Kambsdali, nú 40 ár eftir, at tey fyrstu búsettust her
Í oktober 1985 búsettist fyrsta familjan í nýggjum húsum á Kambsdali. Tí verður boðið til 40 ára føðingardagshald á Kambsdali í vikuskiftinum 11. - 12. juli. Nógv verður á skrá, millum annað veitslur fyri bæði børn og vaksin.
Tiltøkini eru fyri Kambsdalsbúgvar, útisetar og tey, sum hava tilknýti til okkara Kambsdal.
Fríggjadagin 11. juli
Kl. 15.00 Kambsdalsdagarnir verða settir: Leila Hentze Hansen setur Kambsdalsdagarnar og Dávur Juul, borgarstjóri, ber fram røðu. Kaffi, te, sunkist og køka vera at fáa. Andlitsmáling til børnini og møguleiki fyri einum frásøgugongutúri á Kambsdali.
Kl. 17.30 Myndaframsýning og kaffimunnur á Kambi
Kl. 18.00 Veitsla í Stropanum fyri børn 0 - 9 ár. Undirhald, sangur, matur og annað gott. Veitslan endar kl. 20. Tiltakið er ókeypis, tilmelding á atgongumerki.fo
Kl. 20.30 Veitsla í Stropanum fyri ung 10 - 14 ár. Undirhald, spøl, tónleikur, matur og annað gott. Veitslan endar kl. 23. Tiltakið er ókeypis. Tilmelding á atgongumerki.fo
Leygardagur 12. juli
Kl. 10.00 Felags morgunmatur á Stropanum. Inngongd í garðinum. Planta eitt træ í viðarlundini við Kamb.
Kl. 10.00 Myndaframsýning og kaffimunnur í Kambi
Kl. 13.00 Postarenning "Kom og vitja okkara tún". Kambsdalsbúgvar skipa fyri postarenning runt á Kambsdali.
Kl. 15.00 Kaffimunnur, køkur og undirhald fyri børn á Torginum
Kl. 19.00 Veitsla í Høllini við 3. rættum. Aldursmarkið er 15 ár. Atli Petersen verður borðstjóri, Jóanis Erik og Eyðun spæla undir borðhaldinum og FourMenh spæla til dans. Dansur verður frá kl. 23.00 - 04.00, við súpan kl. 02.00. Kostnaður fyri veitsluna er kr. 350. Tilmelding á atgongumerki.fo
Bústaður
Kambsdalur
14 Í Støð
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar