RABARBERGAARDEN

Eitt dømi um burðardyggan landbúnað og nýhugsandi matupplivingar ið knýta ferðandi at náttúruni.

Aftur í vetur skipar Visit Faroe Islands fyri kveikjandi evniskvøldum fyri ferðavinnuna. Sum ein liður í verkætlanini ’Landbúnaður & Ferðavinna’, verður dentur í ár lagdur á náttúrutilfeingið í landbúnaðinum og upplivingarnar, ið kunnu knýtast at hesum.

Týsdagin 27. februar kl. 15.30 verður fyrilestur í Perluni í Havn við danska íverksetanum Thomas Køster. Saman við konu síni, Louise, reka tey garðin, Rabarbergaarden, har dentur verður lagdur á burðardyggan landbúnað og gagnnýtslu av staðbundna tilfeinginum.

Upprunaliga var endamálið við garðinum at dyrka rabarbur til framleiðslu av rabarbubrúsi. Virksemið á garðinum varð tó skjótt broytt til meira enn hetta. Í dag bjóðar Rabarbergaarden seg fram sum matstovu, plantuskúli, garðshandil við egnum framleiddum vørum og annað umframt vanliga landbúnaðarvirksemi.

Håbet er at vi kan fornøje og fortrylle de mennesker der besøger os. Ved at vise hvad et autentisk landbrug har af muligheder, håber vi, at kunne inspirere andre til at udleve drømmen og give de små landbrug og landsbyer nyt og varligt liv - Rabarbergaarden

Rabarbergaarden strembar eftir at skapa burðadygga menning við nærveru og matupplivingum sum miðpunkti, har endamálið er at knýta vitjandi tættari at náttúru og staðbunda matinum við vón um at kveikja vitjandi til at velta egnu rávørur ella keypa stuttfluttar vørur.

Á fyrilestrinum hugleiðir Thomas Køster um møguleikarnar í landbúnaðinum, og hvussu tey á Rabarbergaarden virka fyri einari holistiskari tilgong til landbúnaðin við atliti til rávørur, upplivingar og nærsamfelagið. Millum evnini, ið verða umrødd eru:

 

  • Landbúnaður og lív á smáplássum
  • Matmentan & gagnnýtsla ’frá trýn til hala’ og ’jørð til borð’
  • Matupplivingar, matvørur og ferðavinna
  • Marknaðarføring ið ikki kostar

 

Fyrilesturin við Thomas Køster frá Rabarbergaarden verður í Perluni í Havn týsdagin 27. februar kl. 15.30 – 18.00

Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo.