Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Fuglafjørður - Hellurnar - via Altarið
Ein søguríkur túrur um skarðið, har gamlir varðar vísa leiðina
Túrurin byrjar við bókasavnið beint omanfyri bátahylin. Frá bókasavninum gongur tú skrátt eystur gjøgnum fríøkið og haðani niðan eftir Traðargøtu, niðan um skúlan, eystur um fótbóltsvøllin og niðan eystarumegin Skarðsá. Gakk gjøgnum rættina og víðari út gjøgnum bøgarðsportrið. Pelar vísa leiðina niðan fram við Skarðsá.Við bakinum móti Fuglafirði sært tú Blábjørg, Jøklaskarð, Gjógvaráfjall og Niðan á Hús, hagar fólk í gomlum døgum flýddu undan sjórænarum. Síðan sært tú Nón, sum hevur fingið navn eftir, at sólin rakar har um nón, klokkan trý seinnapartin, Breiðaskarð, Kamb, Trælavatnaskarð og Tyril.
Tiltakið Topp Fuglafjørður er stundum í september. Tá verður gingið niðan á tey tíggju fjøllini kring Fuglafjørð. Túrurin er 18–20 km og rættiliga krevjandi, men framúr vakur. Nærri kunning fæst á kunningarstovuni.
Uppi við Botnsbrúgv verður farið vestur um ánna og inn á gomlu varðagøtuna, kallað Sjúrðargøta. Søgnin sigur, at ein risi kom úr Suðuroy til Oyndarfjarðar at royna sína styrki, men eingin hættaði sær móti honum. Oyndfirðingar eggjaðu Sjúrði bónda at bjóða risanum av. Hann læt yngsta sonin, sum eisini æt Sjúrður, royna seg. Teir tókust, og Sjúrður vann á risanum. Pápin lønti honum væl fyri roysnið.
Fylg varðunum niðan gjøgnum Botn og niðan á Fuglafjarðarskarð. Á skarðinum eru tveir stórir varðar. Gamalt er at leggja tríggjar steinar aftur at teimum, hvørja ferð tú gongur framvið, og siga: „Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.“ Hetta skal vælsigna og verja teg, so tú ikki villist. Av skarðinum sært tú norður móti Oyndarfirði og fjøllunum Tindi, Knúki og Sandfelli. Fyrsta sunnudag í august er siður at hava fólkafund við røðu og sangi á skarðinum.
Av Fuglafjarðarskarði ber til at ganga niðan á Altarið, 483 metrar høgt, og njóta serstakliga góða útsýnið. Hesin eyka teinurin er ein kilometur hvønn vegin. Gingið verður um Á Háls, gomlu farleiðina til Góðadals, har fuglfirðingar skóru torv. Torvið í Góðadali var tiltikið gott, og aðrar bygdir, eitt nú Trøllanes, fingu eisini torv haðani.
Úr erva er avbera gott útsýni í allar ættir. Norðureftir sært tú Oyndarfjørð og Hellurnar og út á Norðoyggjar við eyðkendu Kalsoynni fremst. Eisini er vakurt útsýni oman yvir Góðadal og suður móti Fuglafirði og fjøllunum rundanum. Gingið verður sama veg oman aftur á Fuglafjarðarskarð.
Tá ið tú gongur oman av skarðinum, eru Hulduheyggjar vestanfyri. Her skal jarðarmóðirin á Dalbø í Fuglafirði hava hjálpt einari huldukonu, ið skuldi eiga, og fingið góða løn afturfyri.
Ein onnur søga er um stríð um jørð millum bóndan í Oyndarfirði og Gullbrand bónda í Fuglafirði. Gullbrandur varð dripin, fjaldur í Gullbrandshelli og lagdur í Gullbrandsleiði, sum er nær við gøtuna.
Tá ið tú nærkast Hellunum, gongur tú oman Kliv og Spreingisbrekku. Har er eitt sindur bratt, til tú kemur til hagaportrið.
Fuglafjørður - Hellurnar
Public transport
Both Fuglafjørður and Hellurnar can be reached with public transportation.
Route 410 drives to and from Fuglafjørður (Fuglafjørður - Gøtudalur – Klaksvík)
Arriving by car
Parking, Fuglafjørður
You can park by the library in the center of Fuglafjørð—see the green lines. From here, follow the blue line to reach the village path.
Hellurnar - Fuglafjørður
Public transport
Both Fuglafjørður and Hellurnar can be reached with public transportation Route 481 drives to Oyndarfjørður (Skálabotnur – Oyndarfjørður).
Arriving by car
Parking, Hellurnar
It is reasonably easy to find parking places in Hellurnar. Down in the village, just next to where the path starts, there is a parking lot above the road that takes a few cars. Elsewhere, there is good parking by the end of the main road, down by the quay, about 160 metres from where the path starts. You can also park by the church when there are no church services. See the green lines.
Fuglafjørður - Hellurnar
Hellurnar - Fuglafjørður
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar
Øki / Torleikastig