Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Norðskála - Skálafjørður
Ein fjølbroyttur og vakur túrur
Ein fjølbroyttur og vakur túrur við góðum útsýni yvir Sundini og tveir teir størstu firðirnar í Føroyum. Gingið verður fram við gomlum torvkráum og gjøgnum víða økið Millum Fjarða, fylt við søgum um frekar seyðatjóvar – teirra millum Ormur bóndi.Byrjað verður í Norðskála við stóra parkeringsplássið oman fyri Skálagjógv. Tað ber eisini til at byrja við tunnilsmunnan Norðskálamegin, har slepst undan nøkrum hegnum. Gakk teir fyrstu 300 m niðan við hugnaligu Tippisánni. Uppi í Dal eru nógvar torvkráir frá tíðini, tá torv varð skorið í gomlu torvheiðunum. Við Tippið skalt tú fara suður um ánna og ganga beina leið niðan sunnanvert tunnilsmunnan, víðari niðan á 409 m høga skarðið Skarðið undir Nøvini. Her er vakurt útsýni oman yvir Sundini, yvir á Hvalvík og fjøllini vestanfyri millum Vestmanna og Saksun. Gott og vallað er at ganga niðan, men nøkur hegn eru á leiðini, og tíverri eru ongir stigar.
Komin eystur um skarðið gongur leiðin á slættan Reiðgøtu og oman í Vesturdal. Her er vakurt at ganga í mýrulendinum, við útsýni norður gjøgnum Funningsfjørð og suður Millum Fjarða. Omanfyri síggjast høgu røkurnar og stór og vøkur urð undir Nøvini. Varðar eru allan vegin oman í dalin. Tað er lætt at ímynda sær søgnina um Orm bónda, sum á hesti sínum ríðir runt í hesum víða og óbygda øki. Hann var kendur fyri at stjala seyð frá Funningsbóndanum norðanfyri og Oyrabóndanum vestanfyri. Eisini eru aðrar søgur um seyðatjóvar, t.d. Jákup Dintil úr Syðrugøtu.
Komin eystur um Vesturdal heldur leiðin fram eftir slættanum undir Skálafjalli, kallaður Høgi Hvítahjalli. Her er gott at ganga á skiftandi vøll og hella, við vakurt útsýni yvir dalin. Tá tú kemur eystur á endan, sært tú oman á spíska heyggin Stevnuvál, gamla tingstaðin í Eysturoynni.
Tá tú kemur eystur um Rustina, skalt tú ganga omanav, men bert so langt, at tú kemur oman um tað brattasta. Haðani heldur tú somu hædd og gongur beint móti Skálafirði, omanfyri hegnið hjá bóndanum. Hegnið førir teg heim til Tippafoss, niðanfyri Øksnagjógv. Her er best at ganga eftir GPX-fíluni.
Tað er vakurt og hugnaligt at koma oman til høga og vakra Tippafoss. Beint omanfyri, við Øksnagjógv, rennur áin gjøgnum djúpt gil oman í fossin, niður í stóran hyl og víðari í Fjarðará. Sambært søgnini goymdi Ormur bóndi líkini av Oyrabóndanum og syni hansara her. Í svøvni fortalaði hann seg: “Klæðini liggja undir kvørnini, og kropparnir undir Tippafossi!”. Húskallarnir hoyrdu hetta, funnu líkini og blóðdálkaðu klæðini. Hann varð stevndur og dømdur til deyðis á Stevnuváli. Tá dómurin varð sagdur, rýmdi hann á hesti móti Skála, men varð innheintaður eftir kapprenning, fekk hælsinina skorna yvir og varð fluttur aftur, dripin og jarðaður har.
Seinasta strekkið gongur beint omanfyri Stórheyggj og oman til seyðarættina við bygningin hjá Kelduni í Skálafirði, har ein brúgv er tvørtur um ánna. Portrið er omanfyri rættina.
Norðskála - Skálafjørður
Parking:
In Norðskála, you should park at the large parking lot where the village path begins, by the main road above Skálagjógv, 975 m uphill from the Magn station — see the green marking. From there, please go through the gate located right next to it. Up by Tippið, about 300 m along the Tippisá stream, cross the river, climb over the fence, and continue straight up south of the tunnel entrance — see the blue lines.
It is also possible to park by the tunnel entrance — see the green lines — and go through the gate.
Public transport:
There is an excellent bus connection for this village path. Norðskála and Skálafjørður are two of the main bus stops on Route 400 between Tórshavn and Klaksvík.
SSL Route 400: https://www.ssl.fo/en/timetable/bus/400-klaksvik-torshavn/
Several local bus routes also ru
Skálafjørður - Norðskála
Parking:
In Skálafjørður, there are good parking options, for example, along the road leading up to the sheepfold, which is located just north of Keldan — see the green marking. From there, go through the gate located just above the fold. After passing through the gate, walk past the fold, cross the bridge, and then continue towards Stórheyggj — see the blue line.
Public transport:
There is an excellent bus connection for this village path. Norðskála and Skálafjørður are two of the main bus stops on Route 400 between Tórshavn and Klaksvík.
SSL Route 400: https://www.ssl.fo/en/timetable/bus/400-klaksvik-torshavn/
Several local bus routes also run to these bus stops.
Norðskála - Skálafjørður
Skálafjørður - Norðskála
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar
Øki / Torleikastig