Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Funningsfjørður (Sniðsgil) - Elduvík

  • 2019-08-23-funningsfj-r-ur---elduv-k-103-img-0014-jpg
    Útsýnið norður gjøgnum Funningsfjørð. Eftir at hava gingið teir 60 hæddarmetrarnar niðan gjøgnum Sniðsgil, er komið niðan á hægsta punkt á bygdagøtuni. Restin av túrinum til Elduvík er ein 3 km langur hugnaligur túrur, burtursæð frá einari lítlari skriðu norðanfyri Elduvíksnes, sum vit skulu ígjøgnum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-23-funningsfj-r-ur---elduv-k-106-img-0033-jpg
    Útsýni frá Elduvíksnesi inn eftir Funningsfirði. Bygdagøtan gongur allan vegin uppi á hesum hamaranum. Hon gongur so langt inn sum vit síggja, hareftir hon fer oman á vegin gjøgnum eitt gil. Hetta er í roynd og veru ein sera vakur og friðarligur túrur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-23-funningsfj-r-ur---elduv-k-108-img-0044-jpg
    Útsýni omanfyri Elduvíksnes yvir á Funning. Omanfyri Funning sæst í vinstru síðu rustin niðan á Slættaratind, og til høgru Gráfelli. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-23-funningsfj-r-ur---elduv-k-117-img-0081-jpg
    Elduvíksbygd. Mynd: Óli Gardshodn
  • elduv-k-formgestalter-jpg
hike poster

Ein stuttur, góður og vakur túrur, har útsýnið niðan á Dalkinsfjall, yvir um fjørðin og út í Kalsoynna er stórbart. Gott útsýni er eisini yvir á hægstu fjøll okkara

ÁVARING: ein skriða ávegis aftur til elduvíkar ger túrin torføran.

Túrurin úr Funningsfirði til Elduvíkar um Sniðsgil er onnur av tveimum bygdagøtum millum bygdirnar báðar. Tað er lætt at ganga úr Funningsfirði niðan gjøgnum Sniðsgil og um hamaran til Gøtuhjalla. Haðan gongur tú heim eftir hjallanum til Elduvíkar. Tvey tey fyrstu gilini frá Elduvíksnesi til Elduvíkar (inni í Barmi) eru bæði rapað, so at heldur torført er at sleppa yvirum hjá illa gongdum. Gøtan á Hjallanum fram við Funningsfirði liggur beint oman fyri landsvegin millum Funningsfjørð og Elduvík, so her er ikki fullkomiliga friðarligt. Fyrsti varðin í Sniðsgili sæst frá vegnum. Varðarnir síggjast ikki úr bygdini elduvíkarmegin.
Funningsfjørður (Sniðsgil) - Elduvík
Elduvík - Funningsfjørður (Sniðsgil)

Funningsfjørður (Sniðsgil) - Elduvík

Ongin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Funningsfjarðar. 

Parkering, Funningsfjørður
Til ber at parkera við Sniðsgil, har gøtan byrjar (sí mynd)

  • funningsfj-1-png
    Parkering (grøn strika) og leiðin út á bygdagøtuna (blá strika)
  • funningsfj-2-png
    Parkering (grøn strika) og leiðin út á bygdagøtuna (blá strika)
  • funningsfj-3-png
    Parkering (grøn strika) og leiðin út á bygdagøtuna (blá strika)

Elduvík - Funningsfjørður (Sniðsgil)

Ongin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Funningsfjarðar. 

Parkeing, Elduvík
Í Elduvík eru góðir møguleikar at seta bilin við kirkjuna í Elduvík (sí mynd)

  • elduv-k-1-png
    kort - parkering og leiðin út á bygdagøtuna
  • elduv-k-4-png
    Grøna linjan vísir til parkeing og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • elduv-k-3-png
    Grøna linjan vísir til parkeing og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • elduv-k-2-png
    Grøna linjan vísir til parkeing og bláa linjan vísir á byrjunarstað
Funningsfjørður (Sniðsgil) - Elduvík
Elduvík - Funningsfjørður (Sniðsgil)

Funningsfjørður (Sniðsgil) - Elduvík

Elduvík - Funningsfjørður (Sniðsgil)

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
4 km

longd

hilltop peak icon
124 m

Hægsta stað

family icon
74 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi fyri børn omanfyri uml. 10 ára aldur
difficulty icon Miðal - Gott at ganga, men eitt sindur bratt er í støðum, ið kann vera krevjandi hjá fólki við hæddarræðslu
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Í støðum er mýrilendi. Gøtan er tó illa farin í tveimum gilum í Barmi. Neyðugt er at gleiva um eitt hegn á Elduvíksnesi
10°C
2 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours