Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Kambsdalur - Ánir

  • Omanfyri byrjanina á Kambsdali. Beint niðanfyri, við tað reyða húsið, síggja vit parkeringsplássið har gøtan byrjar. Í baksýninum Fuglafjørður. Mynd: Óli Gardshodn
  • Stóri varðin við Gunnarsgil, beint omanfyri Kambsdal, sum bleiv lagaður sum partur av Closed for maintenance verkætlanini í 2022. Í baksýninum Ritafjall, 641 m. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýni uppi undir Skarðsbrúgv, stutt niðanfyri Trælavatn. Niðanfyri sæst Kambsdalur við Fuglafirði í baksýninum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýni frá Trælavatni oman yvir Fuglafjørð. Til høgru í baksýninum síggjast Norðoyggjarnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • Trælavatn uppi á Trælavatnaskarði (366 m.), millum Kambsdal og Skálafjørðin. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið av Trælavatnaskarði út eftir Skálafjørðinum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið uppi úr Ánadali út eftir Skálafjørðinum. Beint við okkum, í 160 m. hædd, síggja vit eina torvkrógv, har tey samlaðu torvið. Hetta vóru torvheiðarnar hjá Syðrugøtu- og Skipanesfólki, umframt eisini Søldfirðingum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Tá torvið var turkað og klárt at bera heim til húsa, bleiv tað borðið oman í umleið 100 m. hædd, har ein rennistrongur tók tað seinasta strekkið oman á sandin til róðrarbátarnar. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein vakur túrur tvørtur um Trælavatnaskarð, har vatnið, útsýnið og fuglalívið seta sín dám á.

Gøtan byrjar niðan við telefonmastrini millum Børkugøtu 65 og 69, har skelti vísir á leiðina niðan á Trælavatn. Fyrst gongur tú um gomlu torvheiðarnar, sum hoyrdu til Fuglafjørð. Leiðin niðan undir Skarðsbrúgv er væl merkt við varðum og pelum. Uppi undir Skarðsbrúgv skilir gøtan seg, har tann eystara, til vinstru, fer til Ánir, og hin fer til Skálafjarðar. Tann til Ánir er ikki merkt, so her mást tú ansa eftir at halda eitt sindur til vinstru, niðan á slættan undir Skarðsbrúgv, tvørtur um gjónna og haðani beina leið niðan til munnan á Trælavatni. 
Tað er vakurt at koma niðan og síggja út yvir vatnið. Her er hugnaligt at seta seg eina løtu og njóta frálíka útsýnið yvir Fuglafjørð og øll fjøllini rundan um bygdina. Er sýnið gott, sæst eisini væl yvir á Kalsoynna og stórbæru Kunoynna. Gakk eystan fyri vatnið og fylg varðunum. Blanda ikki við vestaru varðarnar, sum leiða oman til Skálafjarðar. 


Legg merki til ríka fuglalívið. Um summarið er eitt stórt fiskimásabøli her. Har eru tjøldur, villgæs og annar heiðafuglur á leiðini – og kanska sært tú eitt lómapar, sum plagar at halda til har.


Halt fram tvørtur um Trælavatnaskarð og haðani beina leið oman gjøgnum Vátakopparnar, har útsýnið er sera gott suður gjøgnum Skálafjørðin – heilt suður á Nólsoynna. Oman gjøgnum Ánadal, oman til Ánir, eru flestu varðarnir niðurdotnir og síggjast tískil ikki so væl longur. Við Ánadalshamaran er eitt sindur bratt, men har er vallað og gangandi beint omanav. 


Niðri í Ánadali var í gomlu døgum nógvur torvskurður, og tað sæst eisini í lendinum saman við nógvu torvkráunum hjá søldfirðingum og teimum á Skipanesi og í Syðrugøtu. Ein rennistrongur var frá niðasta hamaranum, kallaður Hvíthjalli, í uml. 100 m hædd, oman í fjøruna. Tað er umleið sama stað, har sum gøtan til Syðrugøtu byrjar. Henda rennistrong brúktu tey til at flyta torvið oman í bátarnar. 


Tað er væl hugsandi, at fuglfirðingar brúktu hesa gøtuna, tá ið teir blivu skjútsaðir úr Havn ella sunnanvert á eystara armi á Skálafjørðinum. Men eftir at vegurin kom í 1922, hevur henda gøtan ikki verið brúkt.

Kambsdalur - Ánir
Ánir - Kambsdalur

Kambsdalur - Ánir

Leið 400 steðgar í Gøtudali, har tú kanst skifta til Leið 410, sum steðgar á Kambsdali. 

Leið 400: https://www.ssl.fo/en/timetable/bus/400-klaksvik-torshavn/ 

Leið 410: https://www.ssl.fo/en/timetable/bus/410-fuglafj-gotudalur-klaksvik/ 

Parkering, Kambsdalur:

Góð parkeringsviðurskifti eru har, sum gøtan byrjar, niðan við telefonmastrini millum Børkugøtu 65 og 69. Parkera bilin niðri á kantinum, sum grønu strikurnar vísa, og fylg so bláu li

Ánir - Kambsdalur

Onki busssamband er til Ánir. Tað tættasta er leið 440 og 400, sum steðga í Skálafirði. 

Leið 440 koyrir rundan um Skálafjørðin, og leið 400 koyrir millum Tórshavn[F1] [F2]  og Klaksvík.

Hiðani eru tað 1800 m at ganga hagar, sum gøtan byrjar. 

Leið 440: https://www.ssl.fo/en/timetable/bus/440-skalafjardarleidin/ 

Leið 400: https://www.ssl.fo/en/timetable/bus/400-klaksvik-torshavn/

Kambsdalur - Ánir
Ánir - Kambsdalur

Kambsdalur - Ánir

Ánir - Kambsdalur

Fakta

path icon
1t 5m

Tíð

path icon
4 km

longd

hilltop peak icon
386 m

Hægsta stað

family icon
355 m

Hæddarmetrar


family icon Ja, 8+
difficulty icon Miðal -
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur bratt í støðum, t.d. oman av Ánadalshamara.
2°C
9 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours