Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Kambsdalur – Skálafjørður

  • Útsýnið frá varðanum við Gunnarsgil í Kambsdali yvir á Ritafjall. Mynd: Óli Gardshodn
  • Brúgvin tvørtur um Gunnarsgil í Kambsdali. Í baksýninum til vinstru Fuglafjørður og til høgru Kalsoyggin. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið oman yvir Kambsdal – eisini kallaður Ytridalur. Í baksýninum Fuglafjørður. Uppi í Kambsdali vóru nakrar av góðu torvheiðunum hjá fuglfirðingum. Búsetingin á Kambsdali byrjaði í 1986. Mynd: Óli Gardshodn
  • Gøtuskeltið uppi á Skarðsbrúgv við Trælavatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • Trælavatn uppi á Trælavatnaskarði í 366 m. hædd. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið av Trælavatnaskarði út eftir Skálafjørðinum. Í baksýninum sæst Toftavatn. Aftast til høgru sæst Nólsoyggin. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið omanyvir Skálafjørð. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Fá frið í sinnið og njót útsýnið yvir Fuglafjørð og Skálafjørð á hesum deiliga túri fram við Trælavatni

Gøtan byrjar niðan við telefon mastrina millum Børkugøtu 65 og 69, har skelti vísir á leiðina niðan á Trælavatn. Leiðin niðan er væl merkt við varðum og pelum. 
Fyrst gongur tú um gomlu torvheiðarnar, sum hoyrdu til Fuglafjørð. Á Skarðsbrúgv kemur tú til gjónna. Gakk ímóti gjáarmunnanum har gongt er niðan á Skarðsbrúgv. Haðan hevur tú frálíkt útsýn yvir Fuglafjørð og øll fjøllini rundan um bygdina. 

Norðanfyri sæst yvir á Kalsoynna við tí hvassa Nestindi, sum við sínum 788 metrum stingur seg upp í loft, og víðari yvir á stórbæru Kunoynna. Eystanfyri er Ritafjall (eisini kallað Leirvíksfjall), og hyggur tú omanyvir, sært tú Leirvíksvegin. 

Nú kemur tú til Trælavatn, har eitt stórt fiskimásabøli er um summarið. Har eru tjøldur, gæs og aðrir fuglar. Tú mást halda teg vestanfyri vatnið, har tú kemur til eina gamla gøtu. Gøtan er sløtt, men lendið er túgvut og grýtut. Har eru nakrir varðar hinu megin vatnið, sum ganga undir eystaru síðu á Trælavatnaskarði og sum vísa á eina aðra gøtu, nevniliga hana oman til Ánir Ansa eftir ikki at ganga skeivan veg!

Tá ið tú sært langa fjørðin suður ímóti Toftavatni við Nólsoynni í baksýninum, snarar varðagøtan líðandi til høgru. Reyðafelstindur er framman fyri teg. Ansa eftir, tá ið tú fert oman Rossastígar, tí har er bratt í støðum. Tað kann vera ringt at fáa eyga á varðarnar. Varðarnir eru longri niðri á slættanum. Gakk ímóti teimum.



Søgn sigur, at einaferð vóru fýra menn úr Hattarvík á Fugloynni, nevndir floksmenninir, sum ætlaðu at taka allar Føroyar. Teir vórðu tiknir og dømdir at verða stoyttir oman av brattasta partinum av Valaknúkum. Dómurin varð framdur, og teir vórðu grivnir við Tingstein undir Valaknúkum. Gakk oman á høvuðsvegin við seyðahúsið.  
 

Kambsdalur – Skálafjørður
Skálafjørður - Kambsdalur

Kambsdalur – Skálafjørður

Leið 400 steðgar í Gøtudali, har tú kanst skifta til Leið 410, sum steðgar á Kambsdali. 

Parkering, Kambsdalur
Góð parkeringsviðurskifti eru har sum gøtan byrjar niðan við telefon mastrina millum Børkugøtu 65 og 69. Parkera bilin niðri á kantinum, sum grønu strikurnar vísa, og fylg so bláu linjunum út á bygdagøtuna.

Skálafjørður - Kambsdalur

Leið 450 steðgar í Skálafirði. Samband er við Leið 400, sum koyrir til Havnar og Klaksvíkar á Skipanes Krossinum.

Parkering, Skálafjørður
Parkera við 1) bensinstøðina Effo ella við 2) samkomuhúsið Kelduna longri niðri í Skálafirði.

Kambsdalur – Skálafjørður
Skálafjørður - Kambsdalur

Kambsdalur – Skálafjørður

Skálafjørður - Kambsdalur

Fakta

path icon
1t 15m

Tíð

path icon
4 km

longd

hilltop peak icon
386 m

Hægsta stað

family icon
389 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg rættiliga væl til børn. Men ver varin oman av Trælavatnaskarði og oman Rossastígar
difficulty icon Miðal - Rættiliga lættur. Eitt sindur bratt at ganga oman í Skálafjørð. Men har er vallað og gott at ganga.
terrain icon Tað er gott valla lendi allan vegin undantikið tvørtur um Trælavatnaskarði, har meira knortlut er, og har mest verður gingið á gróti og hellu.
3°C
9 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours