Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Skála – Selatrað
Ein lættur og vakur túrur eftir vestara armi á Skálafjørðinum
Vakur og friðarligur túrur, sum er serliga áhugaverdur frá skarðinum og á leið ein kilometur oman til Skála ígjøgnum Trongmannagjógv.
Nógvar torvkráir eru at síggja við Tvørá tætt við Selatrað. Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur grýtut nakað vestan fyri skarðið. Gangast skal um tvey hegn, har stigi er. Gleivast skal um eitt hegn við bøgarðin á Selatrað.
Tað er lættast at finna gøtuna, tá ið gingið verður av Skála. Á Skála verður gingið niðan gjøgnum portrið við Gjógvará og síðan suður til gjónna, har eitt op er í hegninum, niðan til fyrsta varðan, sum sæst haðani. Góðir varðar eru allan vegin uttan seinasta strekkið oman til Selatraðar, har ongir eru.
Neyðugt er at hava GPX-fíluna við á túrinum, tí lætt er at fara skeivur av gøtuni og enda í Skálabotni heldur enn á Skála. Hetta kemst av, at niðasta strekkið við Selatrað – frá Breiðá og omaneftir – er sama gøta sum til Skálabotns.
Skála – Selatrað
Vánaligt busssamband er til Selatraðar, og tí er hentast at koyra hagar í bili.
Parkering á Skála
Á Skála kann bilurin setast á parkeringsplássið við seyðahúsið 460 m norðan fyri portrið. Eisini kann bilurin standa beint sunnan fyri bilverjuna, sum er tvørtur um Gjógvará, 150m sunnan fyri portrið – sí grønu markeringarnar. Haðani verður gingið eftir bláu linjuni út gjøgnum portrið og hegnið um stikið omanfyri (hetta stikið verður ikki brúkt longur).
Selatrað – Skála
Vánaligt busssamband er til Selatraðar, og tí er hentast at koyra hagar í bili. Leið 440 koyrur tó nakrar túrar.
Parkering á Selatrað: Á Selatrað kann bilurin setast við Missiónshúsið – sí grøna frámerkið. Missiónshúsið verður bert brúkt sunnukvøld í vetrarhálvuni. Tískil er gott pláss har.
Haðani skal gangast niðan eftir gomlu neytagøtuni, niðan við Mittúnsánni, á norðara áarbakka, til komið verður til grótgarðin, har gangast skal ígjøgnum jarnportrið. Eftir jarnportrið verður gingið niðan við Mittúnsánni á syðra áarbakka, til komið verður niðan til eitt hegn, sum gleivast skal upp um, har hegnið er lægst.
Arbeitt verður við at gera ein stiga ella eitt portur at ganga um – sí bláu linjuna.
Skála – Selatrað
Selatrað – Skála
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar