Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Æðuvík – Nes
Ein lættur, vakur og væl dámdur túrur fyri alla familjuna, har gingið verður ígjøgnum serstaka heiðalendið á eystara armi á Skálafjørðinum
Túrurin eftir varðagøtuni ímillum Æðuvík og Nes tekur á leið ein tíma. Lendið er vallað og gott at ganga, og tískil er hetta ein hóskandi túrur fyri tey, sum ikki orka so væl at ganga.
Suðureftir er útsýnið yvir Nólsoynna og Havnina, og fyri norðan síggjast Skálafjørðurin og Sundini. Gøtan er uppmerkt við varðum, men tað er neyðugt at hyggja seg væl um, tí í støðum er langt ímillum varðarnar. Hjá tí, sum ikki er kendur á leiðini, er hent at hava GPX-fíluna við sær á túrinum.
Borð og bonkur eru sett upp, har sum gøtan krossar vegin út á Eystnes. Her er gott at steðga á og njóta ein góðan matpakka.
Eitt gott hugskot er at leggja leiðina niðan á Vørðuna (160 m), haðani útsýnið breiðir seg yvir Nólsoynna, Sandoynna, Streymoynna, Kaldbaksfjørð, Kollafjørð, Skálafjørð og Sundalagið. Tað tekur á leið hálvan tíma eyka at ganga niðan á Vørðuna.
Gøtan kann gangast báðar vegir og er væl frámerkt í báðum endum. Stór skelti vísa á, hvar hon byrjar, og útgreina rutuna við tekning og frágreiðing.
Gøtan er uppmerkt við varðum, men tað er neyðugt at hyggja seg væl um, tí summastaðni er langt ímillum varðarnar. Um tú ikki ert kendur á leiðini, er hent at hava GPX-fíluna við sær á túrinum.
Æðuvík – Nes
Um tit eru stødd í Havn ella Klaksvík, so hevur leið 400 samband við leið 442. Skift til leið 442 fyri at sleppa víðari til Æðuvíkar ella Nes.
Parkering í Æðuvík
Í Æðuvík eru góðar umstøður at seta bilin. Um bert ein bilur skal setast, so kann hann setast ymsastaðni tætt við, har gøtan byrjar. Men best er at halda seg til stóra parkeringsplássið beint uttan fyri rulluportrið til bygdina. Sí grønu frámerkini. Haðani skal gangast eftir bláu linjuni.
Nes - Æðuvík
Um tit eru stødd í Havn ella Klaksvík, so hevur leið 400 samband við leið 442. Skift til leið 442 fyri at sleppa víðari til Æðuvíkar ella Nes.
Parkering á Nesi
Á Nesi er eru góðir møguleikar at seta bilin á leið 60 metrar beint norðanfyri, har gøtan byrjar – sí grøna frámerkið. Haðani skal gangast eftir bláu linjuni niðan til portrið.
Æðuvík – Nes
Nes - Æðuvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar