Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík
Ein longri og avbera vakur túrur, sum byrjar og endar í føgru bygdini Elduvík
ÁVARING: ein skriða ávegis aftur til elduvíkar ger túrin torføran.Elduvík liggur út ímóti sjónum við munnan á longum, grønum dali, ið er girdur av høgum og brøttum fjøllum. Túrurin gongur niðan gjøgnum henda djúpa dalin, ið sýnist so mildur og blíður, við Stórá makliga rennandi eftir slættanum. Komin hálvan vegin inn í dalin, sæst ein rætt. Beint omanfyri er stóra og djúpa Øksnagjógv, og beint niðanfyri rennur Stórifossur. Longri inni í dalinum standa høgu Bláhamrar í andstøðu til tann annars grøna dalin. Hetta er eitt frálíkt stað til ein kaffisteðg, áðrenn tú gongur tann seinasta partin av túrinum niðan á skarðið. Halt leiðina fram ímóti FunningsfirðiÁ veg oman ímóti Funningsfirði er vakurt at ganga fram við stóru áunum. Tað er gott at ganga allan vegin millum Elduvík og Funningsfjørð. Í Funningsfirði er tó rættiliga bratt omanav.Náttúruvakurt er í Funningsfirði, sum liggur í øðrum endanum á dalinum millum báðar teir stóru firðirnar í Eysturoynni. Bygdin er og hevur verið savningarstaður fyri ferðsluna í økinum, og vegirnir til nærmastu bygdirnar eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.Fyrsti partur av túrinum úr Elduvík til Funningsfjarðar er 5.6 km langur og tekur áleið 2,5 tímar. Tað verður ikki verri, um tú støðgar á í Funningsfirði at njóta útsýnið, áðrenn tú gongur aftur til Elduvíkar um Sniðgil.Tú gongur á vegnum teir næstu 3,2 km, gjøgnum Funningsfjørð og víðari um Sniðgil. Tað er lætt at ganga úr Funningsfirði niðan gjøgnum Sniðsgil og um hamaran til Gøtuhjalla. Haðani gongur tú heim eftir Hjallanum til Elduvíkar. Tvey tey fyrstu gilini frá Elduvíksnesi til Elduvíkar (inni í Barmi) eru bæði rapað, so heldur torført er at sleppa yvirum hjá fólkum, sum eru illa gongd. Gøtan á Hjallanum fram við Funningsfirði liggur beint oman fyri landsvegin millum Funningsfjørð og Elduvík, so nakað av óljóði kann vera frá bilum.Fyrsti varðin í Sniðsgili sæst frá vegnum. Varðarnir síggjast ikki úr bygdini elduvíkarmegin.Gøtan sæst ikki allan vegin, og varðar eru ikki allan vegin, so GPX fíla er neyðug.
Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík
Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík
Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík
Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar
Ikki hóskandi fyri børn undir 10 ár
Avbjóðandi
- Gott at ganga allan vegin úr Elduvík til Funningsfjørð, hóast eitt sindur bratt í støðum – serliga niðan úr Funningsfirði. Eisini er gott at ganga frá Funningsfirði til Elduvíkar, men eitt sindur bratt er í støðum, ið kann vera krevjandi hjá fólki, sum ikki dáma hæddir
Vallað og gott lendi allan vegin, bratt í støðum, serliga í Funningsfirði.
Í støðum er mýrilendi. Gøtan er tó illa farin í tveimum gilum í Barmi. Neyðugt er at gleiva um eitt hegn á Elduvíksnesi