Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Fuglafjørður - Norðskála
Ein vøkur, forvitnislig og sera fjølbroytt leið, ið eisini er lutfalsliga long at ganga
Í Fuglafirði byrjar farleiðin innast á Innandalsvegi, har gingið verður beint niðan gjøgnum portrið til rættina uppi við bøgarðin. Hetta er beint oman fyri økið Vesturi í Dal, har kommunan hevur fríðkað um við fleiri gongugøtum. Haðani gongur leiðin uttangarðs fram við bøgarðinum, til komið verður undir Heyggin Mikla, har gøtan áraka SEV-linjuna tekur seg niðan í Mýrarbotn. Uppi í Mýrarbotni gongur tú fyri teg sjálvan í friðarliga, slætta mýrilendinum undir Blábjørgum. Við brøttu rókunum á báðum síðum er ódrúgt at ganga fram við ánni niðan á 521 m høga Jøklaskarð, har stóru Samgongusteinar standa.
Bert einstakir varðar síggjast úr Fuglafirði niðan á Jøklaskarð. Um tú ivast, hvussu tú skalt ganga, ber til at fylgja SEV-linjunum.
Frá Jøklaskarði verður gingið oman á Oyndarfjarðarvegin, har leiðin í støðum er rættiliga brøtt. Á leiðini eru tríggir hamrar at ganga oman ígjøgnum, har varðar vísa á góðar stíggjar at ganga ígjøgnum, harav tann niðasti, Skeljastíggjur, er beint sunnan fyri ánna. Varðar eru allan vegin.
Frá Oyndfjarðarvegnum gongur tú beina leið vestureftir, hagar Funningsfjarðarvegurin (Gerðisvegur) kemur inn á vegin millum Fjarða. Okkurt hegn er á farleiðini, ið tú mást klíva upp um, tí ongir vinarstigar eru.
Fyrsti partur av gøtuni frá vegnum Millum Fjarða, niðan undir Vesturdal, er rættiliga serstøk, við ójøvnum lendi, heyggjum og nógvum áum, ið tó oftast eru nærum turrlagdar til elorku. Fyrsti varði á hesum partinum stendur uppi við SEV-byrgingina á Reiðgøtuni.
Komin niðan á Reiðgøtu gerst lendið alt meira eitt stórt mýrulendi, sum røkkur heilt niðan undir skarðið undir Nøvini. Tað er sera vakurt at ganga hesa leiðina, har útsýnið er gott, bæði norður gjøgnum Funningsfjørð og suður Millum Fjarðar, og høgu røkurnar við stóru urðini undir Nøvini hevja seg omanfyri. Varðar eru allan hendan vegin niðan á skarðið.
Av skarðinum verður gingið vestureftir høgrumegin hegnið. Eingin vinarstigi er, so gleivast má um hegnið fyri at halda fram eftir leiðini.
Stutt og vallað er oman til tunnilsmunnan. Eisini her er eitt hegn, har gleivast skal upp um, so at gingið verður oman sunnanvert hegnið. Varðar eru allan vegin oman, tó at tann niðasti er niðurfallin (í 2020).
Um ikki verður steðgað á við tunnilsmunnan, ber til at ganga oman eftir bygdagøtuni til stóra parkeringsplássið á niðara landsvegi, haðani gingið kann verða víðari, t.d. til busssteðgiplássið hjá SSL á Oyrarbakka.
Fuglafjørður - Norðskála
Busssamband Fuglafjørður: SSL leið 410 Klaksvík – Fuglafjørður, Fuglafjørður – Klaksvík. Skiftast kann í Gøtudali millum leið 400, sum koyrir Tórshavn – Klaksvík og Klaksvík – Tórshavn.
Parkering, Fuglafjørður, niðan fyri Innandalsveg 86 (ovast á Innandalsvegi)
Set bilin innast á Innandalsvegi (sí grønu strikuna) og gakk haðan út gjøgnum portrið beint við og so uml. 125 m niðan til rættina, haðani tað slepst út gjøgnum portrini í rættini (sí bláu strikurnar á myndini). Minst til at lata portrini aftur eftir tær.
Norðskála - Fuglafjørður
Busssamband Norðskála: SSL leið 450 Skálafjørður - Kollafjørður
Parkering, tá ið gingið verður móti Fuglafirði
Tað eru fleiri parkeringsmøguleikar, um tú velur at ganga farleiðina móti Fuglafirði, alt eftir hvussu langan túr tú hevur hug at ganga. Á leiðini verður gingið yvir um landsvegin fleiri ferðir; á Oyndarfjarðarvegnum, á vegnum millum Fjarða og aftur við tunnilsmunnan norðan fyri Norðskála. Her verða bara stytsta og longsta leið lýstar.
Parkering, Oyndarfjarðarvegur
Um gingið skal verða stytstu leiðina eftir bygdagøtuni til/úr Fuglafirði, ber til at seta bilin á parkeringsplássinum, ið liggur uml. 1,8 km niðan eftir Oyndarfjarðarvegnum (sí grønu linjuna). Gakk hiðan niðan eftir bláu strikuni til Fuglafjarðar.
Parkering, stóra parkeringsplássið við landsvegin oma
Fuglafjørður - Norðskála
Norðskála - Fuglafjørður
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar