Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Funningur - Svínáir

  • funningur-2-jpg
    Funningur. Mynd: @alexstelma
  • li-gar-shorn-funningur---sv-n-ir-115-img-0035-jpg
    Útsýnið undir Húsafjalli út yvir Funningsfjørð. Í bakgrundini eyðkenda Kalsoyggin. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-funningur---sv-n-ir-132-img-0068-jpg
    Útsýnið yvir Funningsfjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-funningur---sv-n-ir-144-img-0086-jpg
    Ein varði á Reiðgøtu, uppi yvir Funningsfirði. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-funningur---sv-n-ir-163-img-0122-jpg
    Útsýnið yvir brúnna við Streymin. Mynd: Óli Gardshodn
  • alessio-mesiano---sundini-strait-and-the-village-of-sv-n-ir-jpg
    Sundalagið, útsýnið yvir Svínáum. Mynd: Alessio Mesiano
hike poster

Ein avbjóðandi túrur við vøkrum útsýni yvir Sundalagið 

Túrurin ímillum Funning og Svínáir er ein krevjandi og vakur túrur, har gingið verður niðan í hæddirnar.  Túrurin varir góðar 3 tímar. 

 

Bygdagøtan kann vera torfør at finna, tí ongi serstøk frámerki eru um gøtuna, og hon sæst ikki meginpartin av túrinum. Tí er týdningarmikið at hava GPS-fíluna við.

 

Lendið er vallað og gott, men eitt sindur grýtut ígjøgnum Kvíandal. Portur eru ikki sett upp á leiðini, og tí er neyðugt at gleiva (varliga) um trý hegn á leiðini. 

 

Fleiri varðar eru á leiðini, men eru í støðum nærum ósjónligir, tí teir eru so gamlir og rapaðir. 

 

Gøtan kann verða gingin báðar vegir, so veðurforsøgn og flutningsmøguleikar kunnu avgera tað.

 

Bygdagøtan kann vera torfør at finna, tí ongi serstøk frámerki eru um gøtuna, og gøtan sæst ikki meginpartin av túrinum. Tíer týdningarmikið at hava GPX-fíluna við á túrinum.

Funningur - Svínáir
Svínáir - Funningur

Funningur - Svínáir

Leið 201 koyrir til Funnings. Samband er við leið 450 á Oyrarbakka, men busssambandið til Funnings og Svínáir er ikki serliga gott – fáar fráferðir eru hvønn dag.

Parkering í Funningi
Í Funningi kann bilurin verða settur við stóra parkeringsplássið sunnan fyri innkoyringina til bygdina – sí grøna frámerkið. Haðan verður gingið eftir bláu linjuni út til portrið. 

  • funningur-parkering-1-png
    Sí grøna linju fyri parkering og bláa linju fyri byrjunarstað
  • funningur-parkering-2-png
    Sí grøna linju fyri parkering og bláa linju fyri byrjunarstað
  • funningur-parkering-3-png
    Sí bláa linju fyri byrjunarstað

Svínáir - Funningur

Leið 200 koyrir ígjøgnum Svínáir  Samband er við leið 450 á Oyrarbakka, men busssambandið til Funnings og Svínáir er ikki serliga gott – fáar fráferðir eru hvønn dag.


Parkering í Svínáum
Í Svínáum ber til at seta bilin við stóra grøna seyðahúsið – sí grøna frámerkið. Haðan verður gingið fram við vegnum norður um Stórá, har neyðugt er at gleiva upp um hegnið, og síðan verður gingið beint niðan móti Kvíandalsskarði – sí bláu linjuni.

  • sv-n-ir-parkering-1-png
    Sí grøna linju fyri parkering og bláa linju fyri byrjunarstað
  • sv-n-ir-parkering-2-png
  • sv-n-ir-parkering-3-png
Funningur - Svínáir
Svínáir - Funningur

Funningur - Svínáir

Svínáir - Funningur

Fakta

path icon
3t 0m

Tíð

path icon
8 km

longd

hilltop peak icon
495 m

Hægsta stað

family icon
484 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar væl børnum oman fyri 10 ár. Longdin á túrinum, hæddin og at tað er eitt sindur bratt í fyrstuni niðan úr Funningi gera túrin óskikkaðan til smábørn
difficulty icon Avbjóðandi - Gott at ganga allan vegin og ongir hamrar, men rættiliga nógvir hæddarmetrar. Eitt sindur bratt at ganga í fyrstani í Funningi og gjøgnum Hóvabrekkuna niðan í Kvígandal
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur grýtut niðan gjøgnum Kvíandal. Gleivast skal um trý hegn á vegnum
3°C
8 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours