Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Gøtueiði - Støðlafjall - Gøtueiði
Ein vakur túrur við sera góðum útsýnið og nógvari søgu
Byrja verður á parkeringsplássinum á Gøtueiði, har tú gongur út gjøgnum portrið og fylgir røðini niðan. Leiðin tvørtur um Gøtueiði hevur altíð havt stóran týdning, og her hava bæði fólkafundir og herflutningar verið í fornu tíð.Frá Gøtueiði til Støðlafjall
Fylg gøtuni suðureftir og niðan móti hegninum. Tú gongur fyrst eystanfyri hegnið og síðani vestanfyri tað upp á Støðlafjall. Komin á Hálsin verður friðsælt, og fuglalívið er fjølbroytt. Við trappustigan gleivar tú vestur um hegnið og gongur víðari niðan.
Vestursíðan av Støðlafjalli hevur góðan sólargang og varð søgd at vera besti neytahagi í Eysturoynni. Útsýnið gerst alsamt vakrari oman yvir Skálafjørðin, Gøtuvík og Norðoyggjar. Eyðsýnt er Nestindar við steyrrætta Borgaranum.
Toppurin og søgulig støð
Á toppinum, síggjast óteljandi fjøll, og her stendur fjarskiftismastur. Slættin er stórur og var fyrr brúktur til fótbólt. Gakk eystureftir fram við eggini, men ansa tær, tí her er bratt! Undir seinna heimsbardaga doyði ein enskur hermaður her.
Útsýnið omanfyri Syðrugøtu er serstakt – her liggur sandurin, har G! Festivalurin verður hildin, og tann serliga runda kaiin. Í dalinum niðanfyri, úti á Dalinum, var nógv torv skorið. Markið millum hagarnar hjá Syðrugøtu og Søldfirði var flutt orsakað av einum stríðsspurningi og hevur síðani verið kallað Trætustykkið.
Søgur um Trónd og Skegga
Leiðin út undir Miðafelsskarð nevnist Tróndargøta – hetta var gøtan hjá Tróndi í Gøtu á veg til tingstaðin undir Stórafjalli. Eitt sindur longur suðuri liggur Skeggjanøvan, har tað sygst at ein bóndasonur, Søldi, skumpaði bróður sín, Skegga, útav.
Afturkoma
Gakk suður á slættanum fyri at njóta útsýnið yvir Skálafjørðin og Sandoynna. Síðani gongur tú norður aftur til húsið og oman somu leið sum tú gekst niðan.
Gøtueiði - Støðlafjall - Gøtueiði
Gøtueiði - Støðlafjall - Gøtueiði
Parkering, Gøtueiði:
Góð perkeringsviðurskifti eru við stóra parkeringsplássið uppi á Gøtueiði – sí grønu linjurnar. Haðani gongur tú eftir bláu linjuni – brúka trappustigan við stóra portrið, til at ganga tvørur um hegnið.
Onki bussamband er við Gøtueiði. Nærmasti bussur er við rundkoyringina í Søldafirði/Skipanes, har tað er 1,2 km. at ganga.
Bygdaleiðir:
400 Klaksvík - Tórshavn
Gøtueiði - Støðlafjall - Gøtueiði
Gøtueiði - Støðlafjall - Gøtueiði
Byrja verður uppi á Gøtueiði, á stóra parkeringsplássinum, har tú gongur út gjøgnum portrið. Leiðin niðan er allan vegin eftir røðini.Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar