Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Leirvík - Norðragøta
Gongutúrurin upp um Leirvíksfjall er ein aldagamal og vakur túrur við útsýni norður í Djúpini, út á Gøtuvík ella suður í hav
Túrurin er rímiliga lættur og tekur umleið ein tíma. Varðar vísa vegin, og trappur og rimaverk eru sett upp við hamrarnar, har brattast er at ganga. Á seinasta teininum oman í Norðragøtu eru prestar við endurskini settir.
Fleiri áhugaverd og søgulig støð eru á leiðini. Uppi yvir fótbóltsvøllinum í Leirvík er vælhildna torvhúsið hjá Petur Kristiani Jacobsen (í Gerðismørk), sum sigur søguna um knossið hjá forfedrunum, sum gingu her í gomlum døgum.
Longri uppi verður gingið fram við Moyggjarhellinum, har tað sigst, at ungar gentur fjaldu seg, tá ið sjórænarar herjaðu her um leiðir.
Ein kikari er settur upp á Leirvíksfjalli – tætt við bygdagøtuna. Haðan ber til at njóta útsýnið norður í Djúpini, út á Gøtuvík ella suður í hav. Kikarin verður tikin niður um veturin, men væl ber til at ganga túrin alt árið, bara veðrið er til vildar.
Gøtan kann verða gingin báðar vegir, so veðurforsøgn og flutningsmøguleikar kunnu avgera tað.
Leirvík - Norðragøta
Leið 400 steðgar í Norðragøtu og í Leirvík.
Hartil er ókeypis bussleið ímillum bygdirnar við regluligum fráferðum allan dagin. Sí koyriætlan á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.
Parkering í Leirvík
Í Leirvík ber til at seta bilin við fótbóltsvøllin. Haðan verður gingið út gjøgnum bæði portrini beint oman fyri fótbóltsvøllin við tað lítla húsið, kallað “Torvhúsið hjá Petur Kristian Jacobsen (í Gerðismørk)” (sí mynd)
Norðragøta - Leirvík
Leið 400 steðgar í Norðragøtu og í Leirvík.
Hartil er ókeypis bussleið ímillum bygdirnar við regluligum fráferðum allan dagin. Sí koyriætlan á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.
Parkering í Norðagøtu
Í Norðragøtu kann bilurin setast ymsastaðni. Best er at seta hann niðri í bygdini, annaðhvørt við kirkjuna ella uttan fyri flakavirkið.
Við Blásastovu er eitt skelti, sum vísir, hvar bygdagøtan byrjar. Haðan er gongt niðan til uppdyrkingarvegin, gjøgnum tvey portur, og síðani leiða prestar út gjøgnum næsta portrið til fyrsta varðan (sí myndir)
Leirvík - Norðragøta
Norðragøta - Leirvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar