Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Oyndarfjørður - Hellurnar

  • 2019-07-06-oyndarfjordur-hellurnar-103-img-0011-jpg
    Tað var við hesa lítlu kai, at skipini løgdu at fyri at landa fisk til at leggja upp á helluna til turkingar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-06-oyndarfj-r-ur---hellurnar-106-img-0021-jpg
    Tað er vakurt og hugaligt at ganga fram við sjóvarmálanum og njóta útsýnið. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-06-oyndarfj-r-ur---hellurnar-108-img-0024-jpg
    Her eru nógvar æður fram við sjóvarmálanum og uppi á hellunum. Eitt av prýðum Føroyalands, segði Mikkjal á Ryggi. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-06-oyndarfj-r-ur---hellurnar-109-img-0027-jpg
    Kreftirnar her um leiðir eru óførar at hampa um. Hesin er nýmalaður. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-06-oyndarfj-r-ur---hellurnar-111-img-0034-jpg
    Tann gamla brúgvin tvørtur um ánna millum Oyndarfjørð og Hellurnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-06-oyndarfj-r-ur---hellurnar-115-img-0514-jpg
    Sandstrondin millum Høvdið og Durhús, inni í botninum á Oyndarfirði verður dúgliga vitja ein góðan summardag. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-06-oyndarfj-r-ur---hellurnar-151-img-0536-jpg
    Portrið á gøtuni umvegis kirkjugarðin á Hellunum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-06-oyndarfj-r-ur---hellurnar-152-img-0002-jpg
    Útsýnið frá Hellunum yvir á Oyndarfjørð. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein lættur og vakur túrur fram við sjóvarmálanum millum Hellurnar og Oyndarfjørð

Bygdagøtan millum Oyndarfjørð og Hellurnar er væl uppmerkt, tó at tað ikki er frámerkt, hvar gøtan byrjar frá høvuðsvegnum. 

 

Oyndarfjarðarmegin byrjar gøtan inni á Høvdanum, har sum nýggja gøtan oman á sandin er. Hetta er 800 m innan fyri bygdarrulluportrið.  Prestar eru settir niður í vøllin, sum vísa á gøtuna allan vegin yvir um Laksá, har brúgv er yvirum.

 

Haðani ganga tvær gøtur yvir á Hellurnar. Onnur gongur fram við sjóvarmálanum, og hin er eftir gomlu gøtuni, sum sæst á gamla føroyakortinum frá 1900, og liggur nakað inn frá sjóvarmálanum.

 

Gøtan eftir helluni fram við sjóvarmálanum er vakrara leiðin. Her var nógv gongd fyrr, tá ið skip løgdu at inni á Bergi og løgdu fisk upp á land. Fólk tóku ímóti fiskinum her og løgdu hann út á helluna at turka. Tað er ivaleyst haðan, at navnið Hellurnar stavar. Gamla atløgubryggjan sæst framvegis her. Fyri stuttum (2019) eru gomlu handlistarnir útskiftir, og eisini eru nýggir handlistar uppsettir fyri at gera leiðina tryggari at ganga.

 

Hellumegin byrjar onnur gøtan, hin gamla, beint innan fyri kirkjugarðin, og gøtan fram við sjóvarmálanum byrjar eftir helluni millum Rættarveg nr. 8 og 12. Gøturnar eru báðar merktar, og prestarnir síggjast frá høvuðsvegnum.

 

Gøtan kann gangast báðar vegir.

 

Oyndarfjørður - Hellurnar
Hellurnar - Oyndarfjørður

Oyndarfjørður - Hellurnar

Leið 481 koyrir millum Oyndarfjørð og Skálabotn. Í Skálabotni ber til at taka buss víðari, t.d. til Tórshavn.

Parkering, Oyndarfjørður
Góðar umstøður eru at seta bilin í Oyndarfirði. Her ber til at seta hann á víkiplássinum, har gøtan byrjar (sí mynd). Er parkeringsplássið fult, ber til at seta bilin á Hellunum ella við Alivirkið inni í botninum.

  • map-parking-oyndarfj-r-ur-to-hellurnar-jpg
    Grøna linjan sipar til parkering og bláa linjan vísir á túrin
  • oyndarfj-r-ur-png
    Grøna linjan sipar til parkering og bláa linjan vísir á byrjan á túrinum

Hellurnar - Oyndarfjørður

Leið 481 koyrir millum Oyndarfjørð og Skálabotn. Í Skálabotni ber til at taka buss víðari, t.d. til Tórshavn.

Parkering, Hellurnar
Góðir møguleikar eru at seta bilin á Hellunum, serliga tá ið gøtan fram við sjóvarmálanum skal gangast. Her ber til at seta bilin á parkeringsplássið niðri við støðna (sí mynd). 

  • hellur-2-png
    set bilin við grønu strikuna og fylg bláa pílinum eftir gomlu bygdagøtuni
  • hellur-1-png
    set bilin við grønu strikuna og fylg bláa pílinum eftir gomlu bygdagøtuni
Oyndarfjørður - Hellurnar
Hellurnar - Oyndarfjørður

Oyndarfjørður - Hellurnar

Hellurnar - Oyndarfjørður

Fakta

path icon
0t 30m

Tíð

path icon
2 km

longd

hilltop peak icon
21 m

Hægsta stað

family icon
44 m

Hæddarmetrar


family icon Øll kunnu ganga hendan túrin
difficulty icon Lætt - Sera lættur og slættur fjallatúrur. Onkur bakki er á vegnum, og ein handlisti er oman eftir helluni, har ansast skal eftir
terrain icon Slætt, hella og vallað
11°C
10 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours