Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Runavík - Rituvík

  • Útsýnið oman yvir Runavík. Mynd: Óli Gardshodn
  • Ávegis úr Runavík niðan á skarðið móti Rituvík, kallað Innarihálsur, er vakurt útsýni oman á Toftavatn - fjórðstørsta vatn í Føroyum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýni uppi frá skarðinum Innarihálsur yvir á Hulkur á Strondum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýni uppi frá skarðinum Innarihálsur. Tað er her uppi, at keldan sigst rennir báðar vegir oman av, tvs. helvt um helvt til Runavík og Rituvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • Eftir gøtuni úr Runavík oman móti Rituvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • Eftir gøtuni úr Runavík oman móti Rituvík. Bygdaportrið er oman við Stórá við tað stóra hvíta húsið til vinstru á myndini. Mynd: Óli Gardshodn. Mynd: Óli Gardshodn
  • Bygdaportrið í Rituvík á bygdagøtuni til Runavík. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein lættur og hugnaligur túrur tvørtur um Innaraháls, har nógvi lyngurin setur sín dám á túrin.

Henda bygdagøtan er vælegnað til ein stuttan hugnaligan túr niðan á Innaraháls ella yvir til Rituvíkar, eins og hon eisini er sera væl egnað sum byrjanin av 9,5 km langa rundtúrinum Runavík–Rituvík–Toftir–Runavík, sum tú eisini finnur á bygdagøtur.fo

Byrjað verður niðri við Skúlan við Løkin í Runavík, har góð parkeringsviðurskifti eru. Gingið verður eftir sniðgøtum niðan gjøgnum býin til sambýlið á Blikagøtu 75. Beint omanfyri er portrið, sum leiðir út á bygdagøtuna til Rituvíkar.

Tað er lagaligt og hugnaligt at ganga niðan eftir gøtuni, sum smýgur sær gjøgnum tætta lyngin. Varðarnir, sum standa tættir niðan á syðru síðu á gilinum, daga ein og ein undan, so hvørt ein gongur beinu leiðina tvørtur um Innaraháls. Ávegis niðan á hálsin er ein grøn fløta, sum kallast Hvílingarfløtan. Við hesa fløtu, sum ber orð fyri altíð at vera grøn, plagdu tey at seta leypin frá sær og hvíldu eina løtu. Tá ið menninir í Rituvík komu aftur av útróðri, plagdu kvinnurnar at taka fiskin frá teimum og bera hann eftir bygdagøtuni til Runavíkar. Heim aftur høvdu tær so aðrar matvørur.

Uppi á Hálsinum er ein kelda, sum sigst renna báðar vegir omanav, t.v.s. helvt um helvt til Runavíkar og Rituvíkar. Beint sunnanvert hálsin eru eisini tvey smá vøtn.

Útsýnið er gott her uppi í opna slætta landslagnum. Ein sær m.a. oman yvir Toftavatn, fjøllini á eystaru síðu á Skálafjørðinum og á Streymoynni.

Tá ið komið er eystur um hálsin, verður skift yvirum til at ganga á norðaru síðu fram við gilinum. Í Grøv gerst gilið lutfalsliga djúpt og serstakt. Her var eisini heilt vanligt at ganga niðri í gilinum. Oman til Rituvíkar er lendið sera heyggjut við nógvum lyngi. Tað kann vera eitt sindur trupult at síggja varðarnar, sum ikki allir eru so stórir. Men teir eru har – tað er bara at hyggja væl.

Tá ið komið verður oman til bøgarðin, verður gingið tætt oman við Stórá, har bøgarðsportrið er.