Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Skálafjørður – Selatrað
Ein góður túrur niðan á stóra slættan oman fyri Skálafjørð, eyðsýndur við sínum hellum, tjarnum, mýrilendi og nøkrum av størstu varðum í Føroyum
Úr Skálabotni er rættiliga bratt og tungt at koma niðan á slættan. Oman fyri Ennistígar og heilt suður Millum Fjalla er ein serliga stórur slætti, við hellu, tjarnum og mýrilendi. Her er friðarligt og vakurt at ganga ímillum allan heiðafuglin. Á Selatrað er vallað og gott at ganga. Útsýnið oman yvir hesa vøkru bygd er heilt serligt, og bátahylurin, kirkjan, viðarlundin og urtagarðar við stórum trøum seta sín dám á bygdina.
Serliga úr Skálabotni og suður Millum Fjalla eru varðarnir stórir og hugtakandi at síggja.
Úr Skálabotni ber ikki til at ganga niðan við Ennisá, tí hvørjumegin ánna eru innhegnað privat gerði. Mælt verður tí til at ganga niðan millum Vákará og Skipá, har sum gamla rulluportrið var. Gingið verður niðan sunnan fyri gamla vatnbrunnin, niðan í hornið á hegninum, har til ber at sleppa ígjøgnum eitt hol í hegninum.
Á Selatrað er best at ganga frá Missiónshúsinum niðan eftir gomlu neytagøtuni fram við Mittúnsánni á norðara áarbakka, til komið verður til grótgarðin og ígjøgnum jarnportrið. Komin ígjøgnum portrið verður hildið fram niðan við Mittúnsánni á syðra áarbakka, til tú rakar eitt hegn, ið neyðugt er at klíva upp um, har tað er høgligast. Síðani heldur tú leiðina fram eftir bygdagøtuni.
Skálabotnur – Selatrað
Leið 440 Skálafjarðarleiðin steðgar í Skálabotni og á Selatrað. Tilkalling er á Selatrað.
Parkering, Skálabotnur
Stórt parkeringsøki er beint við, har sum tú byrjar at ganga gøtuna. Eisini ber til at seta bilin á okkurt parkeringspláss niðri við bátahylin (sí myndir)
Selatrað - Skálabotnur
Leið 440 Skálafjarðarleiðin steðgar í Skálabotni og á Selatrað. Tilkalling er á Selatrað.
Parkering á Selatrað
Til ber at seta bilin við Missiónshúsið og síðani fylgja bláu linjuni niðaneftir (sí mynd).
Skálabotnur – Selatrað
Selatrað - Skálabotnur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar