Blóðkøka við kirsiber

115 g bleytt smør

75  g sukur

½ tsk vaniljusukur

½ tsk kanel

Skalið frá ¼ vistfrøðiligari appelsin

2 egg

100 g blóð

95 g mjøl

1 tsk bakipulvur

 

150 g fryst kirsiber

100 g flormelis

6 verðir


Høvundur: Teitur Christensen


Tìð: 45min
 

Mannagongd

Kóka tey frystu kirsiberini í einari grýtu við 3 spsk vatn í 5 minuttir. Síla kirsiberini frá og lat tey køla. Rør 100 g flormelis í kirsiberjalakan og set hann til síðis.
Píska smør, sukur, vaniljusukur, kanel og appelsinskal saman í minsta lagi 10 min, inntil blandingurin er hvítur og lættur.
Slá eggini út í eina skál og blanda blóðið í. Rør síðan nakað í senn av egg- og blóðblandingini í smørblandingina.
Síla mjøl og bakipulvur og vend tað í blandingina. Vend kirsiberini í til síst.
Deil deiggið út í 6 smurdir muffinformar og baka í 15 min á 170 gradir í forhitaðum ovni.
Prika djúp hol í køkurnar við einum stokki, meðan tær eru flógvar. Deil kirsiberjalakan oman á køkurnar, so tær blotna. Lat síðan køkurnar køla í formunum.

Borðreið køkurnar saman við vaniljuísi.

Eitt samstarv ímillum Visit Faroe Islands, Matkovan og Búnaðargrunnin.